Heimsins flottasti handil

Onkur rópar nýggja handilin hjá Louis Vuitton í Paris fyri heimsins flottasta handil. Tað hevur ikki verið spart upp á krútið í sambandi við nýggja handilin, og tað er ein fragd fyri eygað bara at leita sær innar at hyggja seg um.

Allastaðni í tí stóra handlinum hava arkitekar brúkt metallringar til at gera smærri handlar inni í tí stóra handlinum, sum er 1800 fermetrar til støddar. Hetta er størsti handilin hjá Louis Vuitton, og hann liggur á eini eksklusivari adressu í Paris.
Vanligu hæddirnar, sum vit kenna frá handilshúsum eru ikki til, men í staðin er handilin innrættaður í stíli við Guggenheim-savnið í New York, har ein natúrlig snigla-innrætting ger, at tú kemur longur og longur upp í húsunum. Hugskotið við hesum er at gera fýra hæddir í einari hædd, sum tað so snilt verður sagt.
Ein íslendingur hevur eisini verið upp í leikinum, tí Ólafur Eliasson hevur gjørt elevatorinum í handlinum. Einki ljós og lítið ljóð sleppur inn í elevatorinum, og tí fáa sansirnir frið, tá ið tú eftir 20 sekundum verður fluttur úr neðra og upp í erva og aftur kann stíga inn í litríka og flotta handilin.
Ein rúgva av øðrum detaljum eru í stóra handilshúsinum, sum nærkast einari listarligari uppliving meira enn einum keypsskála.