Heimsins elsta sjampanja á Álandi

Í fjørsummar vóru gamlar sjampanjufløskur funnar í einum vraki í álendska skergarðinum. Nú skulu dýru droparnir seljast á uppboðssølu

Tað vóru nakrir dýrir dropar, sum bókstaviliga komu undan kavi á Álandi í fjørsummar.

Kavarar funnu gamlar sjampanjufløskur í einum skipsvraki í skergarðinum sunnan fyri Áland, og eftir at fløskurnar vóru bjargaðar og kannaðar, vísti tað seg, at talan helst er um heimsins elstu sjampanjufløskur.

Roknað verður við, at sjampanjan er frá umleið 1825 og hevur í hálvaaðru øld ella meira ligið á havsins botni. Kanningar hava víst, at sjampanjan kann framvegis drekkast, og tað hevur veruliga gjørt fløskurnar forvitnisligar.

Talan er um hálvtannað hundrað sjampanjufløskur umframt onkrar ølfløskur. Allar fløskurnar eru í góðum standi, og nú er ætlanin at selja tær á uppboðssølu.


Dýrir dropar

Fleiri metingar eru gjørdar av, hvat sjampanjufløskurnar kunnu seljast fyri. Onkur meting sigur, at fløskurnar kunnu seljasta fyri upp ímóti hálvari millión stykkið, men veruligi prísurin verður ikki ásettur, fyrr enn fløskurnar eru seldar á uppboðssølu.

Tað eru funnin trý ymisk sløg av sjampanju – Juglar, Veuve Clicquot og Heidsieck.

Ætlanin er, at innihaldið í onkrum av fløskunum skal brúkast til at framleiða eitt nýtt, eksklusivt slag av sjampanju.

Álendingar rokna eisini við at fáa nógv burtur úr sjampanjufløskunum. Eitt er, at stjórin hevur fløskurnar í varðveistlu og skal selja tær, og annað er, at fløskurnar kunnu brúkast til altjóða marknaðarføring av Álandi í komandi tíðum.