Heimsins dýrasti Rolls

Elsti Rolls Royce-bilurin, sum framvegis koyrir, varð herfyri seldur á uppboðssølu. Talan er um ein lítlan bil við tveimum setrum og 10 hestakreftum, og er hann bygdur í 1904. Undan uppboðssøluni á Bonhams í London varð bilurin virðismettur til knappar 20 mió kr., men søluprísurin gjørdist tó nógv hægri. Ikki minni enn £3,5 mió var hægsta boðið. Hetta svarar til 36,8 mió kr. Rolls Royce varð stovnað í 1904, og er hetta einasti bilurin, sum enn er eftir av teimum, sum vórðu framleiddir hetta árið.