Heimsgitið unglinga­strúki­orkestur á Føroyaferð

Tíðindaskriv

The Helsinki Strings, sum í komandi viku vitjar í Føroyum, varð stovnað av ungarsku brøðrunum Géza og Csaba í 1972. Teir hálvthundrað spælararnir eru næmingar í 10-20 ára aldri frá Eysur-Helsinki Tónleikastri og Sibelius-Akademiinum.

Orkestrið hevur innspælt 32 tónadiskar og verið við í fleiri enn sjeyti sjónvarpssendingum. Serliga gitin gjørdist sjón­varps­røðin “Violuviikarit Musiikkimaassa” ( Smáu fiólleikararnir í Tónleikalandi), sum fekk slóðbrótandi ávirkan á finska tónleikauppaling. Flestu fiólleikarar í týðandi tónleikastørvum í Finlandi eins og hópur av kendum solistum uttanlands eru fyrrverandi spælarar í The Helsinki Strings, áður kallað Helsingfors Junior­stråkar.

Umframt sítt virksemi í heimlandinum hevur orkestrið havt konsertferðir til 25 ymsisk lond í fýra heimspørtum og hevur soleiðis verið við til at gera Finland, finska tónleikamentan og finska tónleikauppaling gitin um allan heim. Finska uttanríkisráðið hevur tí veitt orkestrinum heitið av “Finlands Ambassadører for Ung Kultur”.

Orkesturleiðarin Géza Szilvay er føddur í Budapest. Hann hevur útbúgving sum fiólspælari og fióluppalari frá musikkonservatoriinum í Budapast. Harumframt hevur hann doktaraheiti í stjórnmálafrøði og jura frá ELTE-universitetinum í Budapest.

Síðan 1971 hevur G. Szilvay undirvíst á Eystur-Helsinki Tónleikasetri og síðan 1978 eisini á Sibelius-Akademiinum. Í 1984 varð hann tilnevndur rektari á fyrrnevnda. Saman við bróðrinum Csaba Szilvay hevur hann skapt ta undirvísingarskipan, sum undir heitinum Colourstrings er vorðin heimskend, og sum við heitinum “Litir í Leiki” verður roynd sum skúlaskipan í Havn frá komandi skúlaári.

Fyri sítt dygdargóða arbeiði fyri ungdómsmentan fekk G. Szilvay “Riddartecknet av Finlands Lejonorden” í 1981, “Finska Statens Kulturpris” 1983, heiðurstekin frá ungarska statinum í 1990, “Helsingfors Stads Kulturpris” í 1995, og “Pro Musica-priset” í 1999. Finska musikklærarafelagið veitti í 2005 G. Szilvay sokallaða “Accent-priset” fyri hansara serstakliga týdningarmikla musikkuppalingarvirksemi, og í 2007 fekk han altjóða Kodálu-heiðursprísurin.

Sum áður fráboðað fara brøðurnir Szilvay við sínum ungu tónleikaúrmælingum at hava almenna konsert í Norðurlandahúsinum týskvøldið 16. juni kl. 19.30, konsert í Fuglafjarðar Kirkju mikukvøldið 17. juni kl. 20.00, og seinasta konsertin verður hóskvøldið 18. juni kl. 20.00 í Christianskirkjuni í Klaksvík.