Greta Svabo Bech (FO), sum varð tilnevnd ein Grammy í USA í fjør saman við kanadiska DeadMau5, er farin at gera tónleik sum solistur nú. Hon gav út sítt fyrsta staklag í seinastu viku - eitt lag, hon kallar Shut Up & Sing - og nú er so myndbandalagið komið út, sum hoyrir til staklagið. Hetta skrivar MUSIC.fo, har til ber at síggja staklagið.
Myndbandalagið var frumframført fyrstu ferð fyri eini áskoðarafjøld í biografinum á G! festivalinum - WTF (Watch that Film) - hetta vikuskiftið. Watch that Film er festivalbiografurin, sum sá dagsins ljós á G! seinasta ár. Í ár var mangt forvitnisligt á skránni, so sum frumsýningar av føroyskum filmum og myndbandaløgum, harímillum myndbandalagið hjá Gretu Svabo Bech.
Framleiðsluna hevur Documovie staðið fyri og framleiðari av tónleikinum er Fred Ruddick. Høvuðsfotografur var Jamie Quantrill og still-myndirnar vóru tiknar av Katrin Svabo Bech. Marianna Mørkøre stóð fyri stylingini og Julia Jacobsen, Rannveig Hansen og Sanna Mortensen fyri smyrslinum. Dansararnir vóru Gunn Reginsdóttir Joensen og Jóna Hvannastein og fimleikararnir Bogi Berg og Jákup Davidsen.
Myndbandalagið kann síggjast her.










