Heimsbúskaparligu útlitini døpur

Útlitini fyri heimsbúskapinum eru døpur, og tað eru serliga ídnaðarlondini í Vesturheiminum, sum fáa ilt við at koma burtur úr kreppuni. Tað sigur stjórin í Heimsbankanum, Robert Zoellick, sum er í Avstralia og ferðast.

-Heimsbúskapurin hevur eina trupla og hættisliga tíð fyri framman, og ídnaðarlondini hava bara avmarkaðar møguleikar at fáa búskapin á rætta kós, sigur Robert Zoellick og leggur afturat, at Grikkaland, Italia og Spania eiga at geva størri orsøk til stúran enn trupulleikarnir í amerikanska búskapinum.

Stjórin í Heimsbankanum væntar, at Spania og Italia fara at fóta sær, men hann hevur ikki so góðar vónir um Grikkaland og Portugal. Hann sigur, at tey tiltøkini, sum teir evropeisku leiðararnir hava sett í verk, muna ikki nóg nógv.

-Royndirnar frá 2008 vísa, at tess longri tú bíðar við at leggja uppí, tess størri verða trupulleikarnir, og tess meiri skal gerast fyri at beina teir av vegnum, sigur Robert Zoellick.