Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum hevur avgjørt at flyta tvey umfør í landskappingini í 1. deild.
Umfarið, sum skuldi spælast leygardagin 8. august verður flutt til sunnudagin 9. august, og umfarið, sum skuldi spælast sunnudagin 16. august, verður flutt til leygardagin 15. august.
Mikudagin 19. august spæla Føroyar landsdyst móti Bosnia-Herzegovina í Sarajevo, og tí er umfarið sunnudagin fyri flutt, so tað ikki órógvar fyrireikingarnar til tann dystin. Eftir stórtapið í Estlandi fyrr í ár, var ein umbering, at spælararnir vóru illa fyri, tí teir høvdu spælt tveir dystir stutt frammanundan.
Nú vil FSF so sleppa undan, at tann heimliga kappingin aftur verður brúkt sum umbering fyri vánaligt avrik.