Heimleys í Føroyum fáa ikki tak yvir høvdið í ár

Hans Pauli Strøm hevur sett eina nevnd at lýsa støðuna við heimleysum í Føroyum

Heimleys

Tað verður ikki í ár, at heimleys í Føroyum fáa tak yvir høvdið.
Tað er greitt, nú fíggjarnevndin hevur lagt fíggjasrlógina fyri løgtingið aftur.
Landsstýrið hevði annars ætlað at seta tvær milliónir av til eitt heim til heimleys í ár.
Men hesa játtanina er fíggjarnevndin samd um at strika.
Nú fíggjarlógin hevur verið til viðgerðar, hava bæði fíggjarnevndin og trivnaðarnevndin víst á at hvat bústaði til heimleys viðvíkur, er onki greitt ábyrgdarbýtið ímillum land og kommunu. Tað er heldur ongin virkisætlan gjørd.
Og fyrrenn hesið viðurskiftini eru greið, ber illa til at seta pening av til endamálið, sigur fíggjarnevndin.
Tí verður játtanin strikað.

Støðan skal lýsast
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna ?og heilsumálum, skilir grundgevingarnar hjá fíggjarnevndini.
? Tað er rætt, at tað er ongantíð staðfest, hvør hevur ábyrgdina av teimum heimleysu, sigur landsstýrismaðurin.
Men tað merkir ikki, at landsstýrið hevur slept ætlanini at útvega heimleysum tak yvir høvdið.
Men samstundis hevur hann sett ein arbeiðsbólk til at lýsa støðuna viðvíkjandi teimum heimleysu í Føroyum
Hann sigur, at kommunurnar eru við í hesum arbeiðsbólkinum.
? Hesin arbeiðsbólkurin skal lýs støðuna hjá teimum heimleysu. Hann skal lýsa, hvør skal roknast at vera heimleysur í hesum føri, hann skal viðgera spurningin um ábyrgdarbýtið ímillum landið og kommunurnar. Og at enda skal arbeiðsbólkurin lýsa, hvør myndugleiki innan almannaverkið hevur ábyrgdina av heimleysum.
Onkur kundi kanska spurt um eisini tey, bara ikki finna eina íbúð, eisini skulu roknast sum heimleys.
Tað verður neyvan, men Landsstýrismaðurin sigur, at tað hevur týdning at fáa greiði á, hvørji tey heimleysu eru.
?Tá ið vit higartil hav tosað um heimleys, hava vit mest hugsað um tey, sumi dag bara hava herbergið hjá Freslunnarherinum at dúva uppá. Men tað kann hugsast, at tað eisini eru aðrir bólkar, sum kunnu metast at vera heimleysir og har greiða skal fáast á, hvør myndugleiki hevur ábyrgdina av teimum.
Ein annars arbeiðssetningur hjá hesum arbeiðsbólkinum verður at fáa greiði á, er, hvat tað skal innibera at útvega heimleysum býli, um talan bara skal bera um at útvega teimum tak yvir høvdið og eina song at sova í, ella um tilboð um viðgerð fyri rúsevnistrupulleikum, ella onnur tilboð, skulu fylgja við, fyri at fáa heimleys burturúr teimum trupulleikum, sum tey kanska hava.