Heimir Guðjónsson rósti Víkingi í summar

Íslendski venjarin, Heimir Guðjónsson hevði nógv gott at bera Víkingi, tá lið hansara FH vann ein samlaðan tepran sigur á Víkingi

Róð verður uppundir, at Heimir Guðjónsson sum hevur verið venjari hjá íslendska liðnum, FH farnu 10 árini er á veg til Víking at taka við starvinum sum høvuðsvenjari.

 

Tá FH og Víkingur møttust í øðrum undanumfarinum í Champions League undankappingini, og Víkingur stóð seg væl líka til endan av tí seinna dystinum á Tórsvølli vísti Heimir Guðjónsson stóra virðing fyri Víkingi aftaná 2-0 sigurin hjá FH á Víkingi, mikukvøldið 18. juli á Tórsvølli aftaná javnleik 1-1 í fyrra dystinum á Kaplakrika leikvøllinum í Hafnarfirði.

 

Íslendska Morgunblaðið hevði samrøðu við Heim­ir Guðjóns­son aftaná dystin á Tórsvølli, og hann hevði nógv gott at bera Víkingi: - Eg vil rósa Víkingi. Talan er um eitt væl skipað og gott lið, og avrikini í Evropa prógva eisini tað. Leikararnir er grótharðir, og teir leggja alt í avrikið á vøllinum. Tað er ikki lætt at vinna á einum slíkum liði, segði Heim­ir Guðjóns­son um Víking tá.

 

 

Um dystin á Tórsvølli 18. juli segði Heim­ir Guðjóns­son, at hann visti, at Víkingur fór at liggja langt afturi á vøllinum, og og fóru at verja sítt mál eins og teir gjørdu í Íslandi vikuna áðrenn. Víkingur hevði jú eitt 0-0 úrslit, sum teir kundu brúka. Heim­ir Guðjóns­son greiðir frá, at tað kravdist tolnið frá hansara leikarum at útinna arbeiðssetningin, og teir í FH vóru sera fegnir um, at tað eydnaðist teimum at vinna uppgerðina á Tórsvølli.

 

 

FH sleppur ikki at taka lut í Champions League undankappingini komandi summar, men nú kann tað henda seg, at Heimir Guðjónsson sleppur saman við Víkingi.