Nú letur Føroyskt Heimavirki uppaftur í Havn. Sølubúðin, sum hevur selt ymiskt føroyskt hondarbeiði, hevur verið stongd síðan 1. februar, tá lykilin varð snaraður um. Týsdagin lat sølubúðin uppaftur í snotiligum hølum mitt í býnum.
? Vit máttu lata handilin aftur tann 1. februar, tí sølan heilt einfalt gekk ov illa, sigur Óluva Húsgarð, virkandi formaður í nevndini fyri sjálvsognarstovnin Føroyskt Heimavirki.
Síðan 2001 og hevur handilin hjá Heimavirkinum verið í Vágsbotni, men hetta royndist ikki nakað serliga væl, og tí flytir handilin enn einaferð.
Heimavirkið varð annars sett á stovn í 1935, og frá 1937 til 2001 var handilin á Kongabrúnni. Men tá Tryggingarfelagið skuldi flyta alt sítt virksemi oman í tann bygningin, mátti Heimavirkið finna sær nýggj høli.
Væl nøgd
Síðan 1. februar hevur Heimavirkið so leitað eftir nýggjum hølum, og eftir ein steðg uppá góðar fýra mánaðir, eydnaðist at finna eini høli, sum liggja sera væl fyri mitt í býnum.
? Vit eru væl nøgd við nýggju hølini, tí tey liggja væl fyri. Tað var snøgt sagt ikki livandi í Vágsbotni, sigur Óluva Húsgarð. Hon sigur, at fólk ikki vistu hvar Heimavirkið var, og tað er ikki so nógv fólk, sum gongur framvið har.
Og tey hava longu merkt munin, nú handilin liggur betri fyri, hóast hann bara hevur verið opin í nakrar fáar dagar. Fleiri fólk støkka inn á gólvið á veg niðan í býin, og nakrir útlendingar hava eisini verið á gátt.
Óluva Húsgarð sigur, at hetta er ein royndartíð. Handilin verður opin í summar, og um tað ikki gongur, so steingir hann møguliga aftur í september og letur uppaftur á jólum.