Um vikuskiftið verður eitt av stóru tiltøkunum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini, nevniliga Ársmøtið hildið í Havn. Byrjað verður longu hóskvøldið.
Í fýra dagar savnast fólk úr øllum landinum í Ítróttarhøllini á Hálsi og í Meinigheitshúsinum til nógv fjølbroytt tiltøk fyri børn, ung og vaksin
Á Ársmøtinum, sum byrjar við einum Syngið-við-kvøldi hóskvøldið 19. mai, vera nógv ymisk tiltøk. Nevnast kunnu ungdómsmøti fríggjakvøldið við filmskvøldi aftaná, og stórum familjutiltaki seinnapartin leygardagin við nógvum ymiskum á skránni.
Umframt hetta er viðgerð av dagliga arbeiðinum, har eisini er høvi at møta Høvuðsstýrinum anndlit til andlits, formansfrágreiðing, fíggjarfrágreiðing, fyrilestrar, pallborðsorðaskifti, gudstænastur og stórmøti hvørt kvøld við talum, sangi og nógvum øðrum.
Yvirskriftin yvir Ársmøtið í ár er ?Størsti kærleikin?. Evnini til stórmøtini um kvøldið hava eisini við hetta sama evni at gera, nevniliga ?Størri kærleika hevur eingin enn tann, at hann letur lív sítt fyri vinir sínar?, ?Tí at so elskaði Gud heimin? og ?Men størstur av teimum er kærleikin?.
Fleiri kór og einstaklingar virka eisini við til møtini.
Í Høllini á Hálsi, har flestu tiltøkini vera, verða eisini nógvir framsýningarbásar, sum lýsa tað fjølbroytta arbeiðið, sum Heimamissiónini ger.
Ársmøtið er alment, og øll eru vælkomin til tiltøkini.