Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum byrjar aftur

Heimaforbundið hjá Frelsunarherinum hevur verið virkið í nærum ein mansaldur, og eftir ein summarsteðg eru kvinnurnar farnar í gongd aftur

Heimaforbundið er ein kvinnufelagsskapur hjá Frelsunarherinum, sum byrjaði í London í 1907. Í Føroyum byrjaði arbeiðið í 1930. Hesin felagsskapur er nú í Vági og Tórshavn.

Virksemið hevur mest verið at bundið og seymað til tey, sum tørva hjálp. Nú er tað eisini ein hugnaløta, har kvinnurnar hava ymiskt hondarbeiði við. Vanligt er, at ein søga verður fortald, og okkurt er til matna. Sjálvandi verður eisini sungið og andakt, har Gudsorð verður lisið.

Heimaforbundið hjálpir samkomuni við at hava burturluting einaferð um árið. Í ár verður tað 26. oktober. Heimaforbundið hjálpir eisini til á annan hátt.

Missiónskvøld eru, har peningur verður savnaður inn til trúðboðarar, ið tørva hjálp.

Eisini er ein genta á blindaskúla hjá Frelsunarherinum á Jamaika, sum heimaforbundið er við at gjalda fyri, so hon kann halda fram á skúlanum.

Allar kvinnur eru vælkomnar hvørt hóskvøld kl. 20.00, og byrjað varð 7. september.