Heimaflotin klárar ikki at gjalda

Samstundis sum veiðigjald verður lagt á bæði makrel og sild, so ásannar Fiskimálaráðið, at tað ber ikki til at krevja inn gjøld frá heimaflotanum.

Í viðmerkingunum til lógaruppskotið, ið fiskiskapurin eftir makreli og sild skal skipast eftir í summar, skrivar Fiskimálaráðið, at ”raksturin hjá heimaflotanum siglir í lutfalsliga tungum sjógvi. Roknskaparlig hagtøl vísa, at heimaflotin seinastu mongu árini hevur givið hall. Neyðugt er at tillaga lóggávuna samsvarandi hesum veruleika.”

Eisini ásannar Fiskimálaráðið, at heimaflotin er ikki serliga væl egnaður til uppsjóvarfiskiskap. Ráðið skrivar, at ”heimaflotin er tekniskt ikki so væl fyri í rakstrargøgnum, sæð í mun til uppsjóvarflotan. Hugsað verður serliga um, at heimaflotin upprunaliga ikki er bygdur at reka fiskiskap eftir makreli og hevur ikki somu møguleikar at goyma umborð og føra veiðuna til lands.”

Tí verða tað fyrst og fremst nótaskipini, sum skulu tryggja landskassanum ta inntøku, sum landsstýrið ætlar at fáa við avgjøldum á uppsjóvarvinnuna.

Landsstýrið roknar við at fáa 116 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi frá fiskiskapi eftir makreli og norðhavssild í ár.

Nótaskipini, sum fáa størstu kvoturnar, skulu gjalda 55 milliónir fyri makrelin og 21 milliónir fyri norðhavssildina.

Rokningin til ídnaðarskipini er 15 milliónir fyri makrelin og smáar fimm milliónir fyri sildina.

Flakatrolarar, rækjuskip og skip við rættindum í altjóða sjógvi skulu, sambært leistinum hjá landsstýrinum, gjalda tilsamans smáar 17 milliónir í veiðigjaldi fyri makrel og sild.

Meðan heimaflotin sum nevnt sleppur undan veiðigjaldi, so roknar Fiskimálaráðið við, at trolarar og línuskip koma at landa nakað til útlendsk móðurskip, tí sambært skjølunum í málinum koma tey at rinda tilsamans fýra milliónir í avreiðingargjaldi fyri sild og makrel.