Richard Schwartson
MSc (Pharm)
Sendingin var eftir mínum tykki ein av teimum heilt frægu í Kringvarpinum. Verturin og teir báðir luttakararnir eiga rós fyri siðiliga og áhugaverda sending um evni, sum hevur breiðan almennan áhuga.
Í blaðnum 18. apríl ger Dánjal Petur Højgaard (DP) viðmerkingar til sendingina, og serliga til tað sum Símun Absalonsen (SA) sigur í sendingini.
Greinin hjá DP er merkt av leysum og fyri ein stóran part skeivum pástandum og skeivum endurgevingum. Hvørki lesarin ella SA hava uppiborið, at greinin hjá DP sleppur at standa ósvarað.
Blind gásareygu
DP endurgevur fleiri ferðir í greinini brot úr tí, sum SA sigur í sendingini. DP setur setningar í gásareygu, sum hann endurgevur SA fyri at hava sagt. Vanligt er, at setningar í gásareygum eru orðarættar endurgevingar av tí, sum sagt verður (samanber enska heitið citation marks fyri gásareygu). Í orðabókini stendur soleiðis um brúk av gásareygum: ‘teknið “ sett undan og eftir beinleiðis talu í skrift’’. Tað er symptomatiskt fyri DP, at hann ongastaðni í greinini endurgevur SA rætt. Tað er ongin umbering fyri ikki at endurgeva SA rætt, tí sendingin kann hoyrast á alnótini. DP fer lætt um sannleikan, tá hann leggur SA orð í munnin, sum hann ikki hevur sagt.
DP við leysum teymum í kemisku suppuna
DP skrivar eina stuttsøgu um børsnoteraða felagið Kík, fyri at gera gjøldur burtur úr sjónarmiðunum hjá SA. Moralan í søguni hjá DP er, at tað er ein vansi, at ikki-fakfólk fáa ov leysar teymar í slíkum sendingum.
DP himprast tó ikki við at sleppa egnum fakligum teymum leysum og tvíspora inn á annað fakøki. Í einum av skeivt endurgivnu setningunum í gásareygum verður SA lagdur undir at siga, at “menniskjan verður bert søgd at verða ein kemisk suppa”. Í sendingini segði SA, at “menniskjan verður bert søgd at verða ein kemisk maskina”. Men við sjálvgjørdu myndini av menniskjanum sum ein kemisk suppa, fær DP høvi at koma við hesi løgnu staðfesting: “Jú, SA, lukkutíð, tí hvussu skuldi annars t.d. heilivágur kunna virka, um tað ikki var so.” Mær hevði list at vita, hvussu DP greinar virkanina av atypiskum antispykotika á D2-reseptorarnar í suppuni, ella hvussu MMP inhibitorar tálma krabbavøkstri í somu suppu. Eg loyvi mær kortini at ivast í, um DP er førur fyri tí, og krevji tað heldur ikki av honum, tí hetta liggur uttan fyri hansara fakøki.
Hvør er nú mest hatskur?
DP ákærir SA fyri at koma við kirkjuhatskum úttalilsum í sendingini, og at hesi skulu verða tikin úr bláari luft. At DP kemur við slíkari útsøgn er ódámligt. At hann er akademikari ger tað bara verri, tí hann av øllum átti at hent sær hógv, tá hann orðar seg alment. Partur av øllum vísindaligum arbeiði er at halda seg til sannleikan. Orðini hjá DP siga meir um støðið hjá DP, enn tey siga um SA.
Fyri at staðfesta, at tað sum DP skrivar ikki er satt, verður niðanfyri endurgivið verbatim (orðarætt) tað sum sagt var í sendingini. Verturin Steintór Rasmussen spyr SA ein viðkomandi spurning, og SA svarar spurninginum. So kann lesarin sjálvur gera sína meting um tað kirkjuhatska í tí, sum SA sigur. Lesarin kann eisini sjálvur meta um tað, sum SA sigur, er tikið úr bláari luft, soleiðis sum DP vil vera við.
Brot úr sendingini Heimabeitið 4. apríl 2007:
Steintór Rasmussen: “Símun, tú nevnir hetta her við at Bíblian kanska nú í nýggjari tíð er fyri vanbýti, at Bíblian skal út at verja seg, men hevur ikki júst verið umvent í nokk so nógv ár, heilt fram til einaferð aftaná trúbótina, at netupp tey sum høvdu aðrar meinigar máttu út at goyma seg ella verja seg, tí at Bíblian var einaráðandi?”
SA: “Tað fær man nokk helst inntrykk av, tá man lesur søguna, men eg veit ikki um søgan ikki er eitt sindur litað har, tí at vissi tú fert til tíðina um trúbótina og áðrenn trúbótina, so sært tú, at kirkjan var ein tann størsti mótstandarin av Bíbliuni. Tann fyrsti maðurin, sum umsetur Bíbliuna til enskt, tað var John Wyckliffe, sum umsetur Bíbliuna úr latíni til enskt um ár 1300, og hann blívur jagstaður av kirkjuni og bíbliur blivu konfiskeraðar og brendar, og tað hendi also ikki frá heidningunum, men frá tí geistliga. Teir fingu so ongantíð fatur í John Wyckliffe sjálvan, men 20 ár aftaná at hann var deyður, tá fóru teir í holt við grøvina hjá honum, og gróvu beinini upp og brendu tey. Og fara vit seinni fram til William Tyndale, sum var tann fyrsti sum umsetti Bíbliuna úr frummálinum til enskt, hann bleiv eisini jagstraður nevnliga av kirkjuni, so løgið tað ljóðar, og hann bleiv fangaður yviri á europeiska meginlandinum og hongdur og doyði har. Bíbliurnar hjá honum blivu hópbrendar av kirkjuni í Onglandi. Tann fyrsti maðurin, sum umsetti Bíbliuna úr frummálinum til týskt, tað var Martin Luther, og hann vildi kirkjan hava fatur og blaka hann á bálið. Hon yvirlivdi forfylgingarnar frá kirkjuni, og hon hevur yvirlivað nú 200 ár av ofta øgiliga kreativari og aggresivari søgufrøðiligari, kritiskari teologi.”
Tað, sum SA sigur, er tað sum søguliga fór fram. Seinni í sendingini staðfestir SA – sum rætt er - at kristindómur og kirkjan eru ikki tað sama, og at kirkjan upp gjøgnum øldirnar, upp til reformatiónina, hevur í mongum førum verið bara eitt politiskt maktapparat, ið sum so onki hevur havt við religión at gera.
Tað er DP til lítlan sóma, um hann roynir at bera í bøtuflaka fyri tær beistagerðir, sum kirkjan av maktgirnd og í kristindómsins navni framdi fyri at forða fyri, at Bíblian skuldi gerast hvørs mans ogn. At skíra SA fyri at vera kirkjuhatskan er eftir mínum tykki skotið langt við síðuna av.
Síðan sær greinskrivarin eina andsøgn í tí, sum SA sigur um forfylgingar frá 14. til 16. øld, og endurgevingina av kristnu trúarjáttanina frá 300-talinum. Her haldi eg, at DP átti at verið so mikið at sær komin, at hann fyrst hevði sett seg inn í kirkjusøguna tey 1000 árini, sum liggja ímillum tað sum Símun endurgevur. Tá vit í dag tosa um ‘Tróndur í Gøtu’, mugu vit duga at skilja ímillum, um vit tosa um eitt framkomið fiskifar úr Gøtu í dag, ella vit tosa um ein høvdinga í Gøtu fyri 1000 árum síðani. ‘Kirkja’ í 15. øld hevði ikki somu merking sum ‘kirkja’ í 4. øld, og tí er lítið høpi í samanberingini hjá DP.
Og so kemur DP aftur við einum av sínum snikkaðu setningum í gásareygum. DP staðfestir, at tað “beinanvegin gerst greitt, at SA ikki hevur skil á, hvat ein hypotesa innan vísindi er (ein fyribils teori) og hvat ein teori er (nakað, ið er væl undirbygt)”.
Eg fái hesa keðiligu kensluna av, at DP í greinini leggur SA orð í munnin, fyri síðani at brúka hesi ímóti SA. Hetta er ein óskikkur í retorikki, og verður á enskum rópt ‘to set up a strawman’. Myndin við strawman (maður-úr-hálmi) stavar frá hermannavenjingum fyrr í tíðini, tá hálmbundi ílatin fíggindabúna vórðu sett upp eftir enda, og síðan brúkt í skot- og bajonettvenjingum.
Eg hoyrdi ongastaðni í sendingini SA siga nakað sum bendi á, at SA ikki hevði skil fyri, hvat ein hypotesa er og hvat ein teori er, soleiðis sum DP vil verða við. Málberingar, sum SA brúkti, vóru eitt nú “tað er so øgiliga skjótt at tú kemur frá einari hypotesu til eina staðfesting” og “hypotesan blívir automatiskt til eitt prógv”. Vísindaliga vita vit, at flest allar hypotesur verða vrakaðar, tí tær ikki eru ‘vatntættar’, tá tær verða royndar. Hypotesur verða eisini vísindaliga prógvaðar at halda (tvs. staðfestar). So tað sum SA sigur er nú ikki so skilaleyst, sum DP vil vera við. Serliga ikki, tá hugsað verður um, hvat slag av sending, talan var um.
Eitt grundsjónamið undir allari vísind er strembanin eftir sannleika. Ein meginregla, tá arbeitt verður við vísindi er, at granskarin í so stóran mun sum til ber er neutralur, tvs. at hon ella hann ikki letur seg stýra av egnum áskoðanum (‘Wert der Wertefreiheit’), men bert eftir leitanini eftir sannleika. Í so máta skoraði DP eitt reint sjálvmál.
At sendingin gjørdist áhugaverd eigur SA stóran part av æruni av. Tað er so mín subjektiva meining.