Heimabanafordeilur til Polen og Ukra-ine

Eyðun á Borg
---


Soleiðis málbar onkur seg í Útvarpinum. Man tað vera loyvt? Málburðurin minnir ikki sørt um Jensen í skaldsøguni hjá Heðini skálvíkingi, sum eg fór at hugsa um eftir mín “forsinkaða sprokbemerkning” nú ein dagin.
PÓLLAND og UKREINA hava heimavalla(r)fyrimun. Sum hetta enska ávirkar okkara mál!
ITALIEN og SPANIEN: Vit halda við Italien og Spanien. Hetta søgdu børn. Hvør lærir børn slíkt í 2012?
Annars helt eg meg eisini hoyra onkran siga UKRINE!?
Á Borg á Argjum heindriksdag 2012
Við landa- og fótbóltskvøðu