Heimaútróður

   

Kári P. Højgaard
Løgtingsmaður
??????????????

Seinastu árini hevur heimaútróðurin havt góðar dagar við methøgum prísum og góðari veiði. Nú er nógv sum bendir á, at tey góðu árini eru av og at fiskiskapur og prísir koma aftur í eina meira vanliga legu.
Undir valstríðnum seinast, høvdu politisku flokkarnir ymisk vallyftir. Tveir teirra Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin lovaðu m. a. at bátar undir eina ávísa stødd skuldu fiska frítt, uttan fiskiloyvi.
Fyri stuttum boðaði løgmaður frá, at arbeitt verður við broytingum. Tað kann tykjast løgið, at tað er løgmaður og ikki landstýrismaðurin í fiskivinnumálum, ið kemur við fráboðanini.
Eg fari inniliga at heita á landstýrismannin í fiskivinnumálum, um at umhugsa gjølla tær ætlaðu fráboðaðu broytingarnar, so tær ikki taka grundarlagið undan fult - og partvísu riknu útróðrarbátunum.
Vinnan hevur í nøkur ár tillaga seg skipanina við A og B loyvum. Nú størru útróðrarbátarnir og skipini hava fingið fráboðanarútgerð, sum greitt sigur frá, hvar bátarnir eru staddir, er neyvt eftirlit við, at fiskiskapurin fer fram eftir galdandi lógum og reglum.
Umframt nógv lækkaðar fiskaprísir, er agnprísurin hækkaður almikið, so at í dag kostar eitt kg. av høgguslokki áleið 16 kr., og makrelur 9,- kg. Tað man tátta í tvey hundrað krónur at fáa ein stamp engdan, so fiskiskapurin skal verða væl omanfyri tey hundra pundini/stampin, fyri at fáa brúkiliga inntøku til far og manning.
Sjálvstýrisflokkurin hevur fyrr víst á tann týdningarmikla leiklut, "lokalu universitetini", egningarskúrarnir hava. Hesir standa niðri í fjøruni ella á havnalagnum í hvørjari útróðrarbygd, og hava uttan politiskan stuðul ment børn okkara til at møta komandi lívsins avbjóðingum á skipsdekki, so ungdómar frá fyrsta degi kunnu arbeiða sum rættir fiskimenn. Ongin er føddur við kynstrinum og nógvar fløkjur við hartil hoyrandi útreiðslum og stríði skulu til, áðrenn ein hevur lært kynstrið at egna og kunna rópa seg fyri royndan línumann. Hetta undirvísingararbeiði hevur landformaðurin og hinir egnararnir lært frá sær ókeypis. Næmingarnir fáa løn fyri arbeiðið eftir avriki, og gevur hetta ein sunnan kappingarhug.
Eg fari her at heita á Bjørn Kalsø landstýrismann um at taka hesar viðmerkingarnar við í samlaðu ætlaninar.

1.Hvørjar avleiðingar fær tað fyri útróðrarflotan um skipanin við fiskiloyvum fyri smærri før verður avtikið ?

2. Set eina kanning í verk sum útgreinar, hvussu stór tilgongd hevur verið til sjóvinnuna árliga, tey seinastu 10 árini.

3.Hví fingu fólk hug til sjógvin. Hava hesi í uppvøkstrinum regluliga havt sína gongd í einum egningarskúri og er umhvørvi viðvirkandi til, at havið dregur ?

4.Arbeiðast má fram móti eini skipan, sum kann geva eitt førleikaprógv innan allar praktiskar vinnugreinar á sjógv og landi, tað veri seg trol, línu, nót, flakavinnu etc.

Fiskivinnan er primervinna okkara og eigur eisini at viðgerast við tí álvara sum liggur í hesum. Um ætlanir eru at gera tíðandi broytingar v.v. fiskiloyvum, mugu hesar sjálvsagt gerast í samráð við avarandi yrkisfeløg og teir sum verða ávirkaði av hesum.
Ein liðiligari skipan eigur at vera, so bátar sum bert hava eini 75 fiskidagar, ikki verða trektir fyri eyka fiskidag, um streymviðurskifti, slit ella aðrar orsøkir gera, at tú verður ein til tveir timar seinkaður, so fari verður út um eitt fiskidøgn.
Tað er alneyðugt, at ein støðug framhaldandi tilgongd av ungfólki er til sjógvin, sum er, og í nógv ár framyvir, verður lívsgrundarlag føroyinga.
Ps. Ein fólkafloksmaður norðanfjørðs Jákup Mikkelsen, hevur reist spurningin um at fáa trol og nótaarbeiði góðkent sum lærugrein. Heimaútróður við húki hevur verið álitið hjá norðoyingum, og løgtings - eins væl landstýrismaðurin eru uppvaksnir í hesum umhvørvi. Tí er vón mín, at allar góðar kreftir verða settar inn at geva eisini hesum parti av vinnuni bestu sømdir.