Lars Løkke Rasmussen hevur ongan favoritt í X-Factor kappingini hjá Danmarks Radio. Serliga ikki nú, ið Anna Nyggard reyk úr kappingini, upplýsti danski forsætisráðharrin á vikuliga tíðindafundinum í morgun.
Tað var ein tíðindamaður hjá BT, sum á tíðindafundinum hjá forsætisráðharranum í morgun spurdi Lars Løkke Rasmussen, um hann hevur nakran favoritt í X-Factor.
- Heima hjá okkum halda vit altíð við føroyingum. Vit hava eina markanta føroyska patriotismu heima hjá okkum, segði Lars Løkke Rasmussen, sum tó legði dent á, at hetta ikki var grundað á eina gjølliga tónleikaliga meting av øllum luttakarunum.
- Hetta er ein intuitiv avgerð, segði Lars Løkke Rasmussen, sum váttaði, at heima hjá teimum hava tey atkvøtt fyri Annu Nygaard.
Hann var eisini spurdur, um hann hevði nakra meining um kritikkin móti Danmark Radio í sambandi við øsingina um sms-atkvøðugreiðsluna. Men hetta vildi hann ikki svara uppá, tí hann kendi ikki smálutirnar í málinum. Men hann segði tó, at slík val altíð skulu ganga rættvíst fyri seg.










