Heilt ótrúliga ábyrgdarleyst av Jenisi av Rana

Hetta kann føra til, at nógv ikki vilja koppseta seg fyri koronu, heldur lækni

Hetta var heilt ótrúliga óansvarligt av Jenis, og kann føra til at nógv velja at ikki koppseta seg. Tað heldur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni. Tað sigur hann, eftir at Jenis av Rana, landsstýrismaður, og lækni, kunngjørdi á Vágaportalinum í gjár, at hann fór ikki at lata seg koppseta fyri koronu, tí tað er ov stór óvissa um, hvørji langtíðarárin kunnu standast av koppingarevnunum, tí tað er so nýtt.

 

– Eg vil siga púra greitt. Eg eri ikki samdur við Jenis, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen á Facebook. Hann sigur, at  vandin fyri langtíðarárinum av korona er nógvar ferðir størri, enn ein teoretiskur møguleiki fyri langtíðarárin av koppsetingini.

 

Hann vísir á, at søguligt hava koppsetingar haft ógvuliga fá hjáárin. Tó hava tað verið summi ógvuliga sjáldsom hjáárin, men tey hava tó altíð víst seg áðrenn tveir mánaðar eftir koppsetingina. Nú eru tað koppsett nógvar milliónir í heiminum, so var stórur vandi á ferð, høvdu vit longu havt sæð tekin um seinárin, sigur hann.

 

Samstundis vita vit við vissu, at tað er lutfalsliga stórur vandi fyri langtíðarárinum av koronu, leggur hann afturat

 

Kanska tað, vit hava hoyrt mest um av langtíðarárin av koppsetingum, var narkolepsi av eini ávísari H1N1 koppseting í 2009. Narkolepsi er ein neurologisk sjúka. Vandin var ein út av ímillum 18.000 til 55.000, og tey árinini vísti seg áðrenn sjey vikur eftir koppsetingi. Vandin fyri narkolepsi av influensa var eisini hækkað, og fyrimunirnir við koppsetingini vóru í nógvum førum hægri enn risikoin, hóast sjáldsama vandan fyri at fáa narkolepsi.

 

Á Facebook hevur Marnar Fríðheim Kristiansen sostatt bara eini ráð til fólk og tað er, at tey skulu lata seg koppseta tá ið tey fáa tað í boðið.