Miðnámsskúli
? Tað er púra meiningsleyst at flytað ætlaða miðnámsskúlan í Vági, til Hovs.
Tað heldur Signar á Brúnni, sum hevur verið landstýrismaður í skúlamálum.
Hann sigur, at tað var í hansara tíð sum landsstýrismaður í 1998-2000, at avgerðin um at raðfesta skúlan í Suðuroy, varð tikin.
Annars skuldi hann byggjast í Hovi.
? Tað varð samtykt at byggja hann í Hovi tí eg skilti, at hetta var tað, sum suðuroyingar kundu semjast um innanhýsis.
Men so broyttust støðan og semja varð um at byggja hann í Vági.
? Síðani hevur eisini full semja verið um at byggja skúlan í Vági. Bæði Landsstýrið og Løgtingið hava samtykt tað og síðani hevur verið arbeitt útfrá tí.
?Eftir mínum tykki er ein sera góð og snøgg og snotilig verkætlan komin burturúr. Samstundis er grundstykkið sprongt og slættað eftir tí skúlabygningi, sum skuldi byggjast har
Meiningsleyst
Signar á brúnni sigur, at nú er ætlanin komin so langt, at tað er klárt at bjóða út og higartil eru nakrar milliónir brúktar upp tað.
? Tí er tað fullkomiliga meiningsleyst at koma afturumaftur nú og at tosa um at flyta skúlan nú, staðfestir hann.
?Serliga tá ið hugsað verður um, at tað er so stutt at koyra, leggur hann afturat.
Hann vísir á, at bæði landsstýrismaðurin í skúlamálum og løgmaður hava ført fram, at hetta verður gjørt fyri at kunna byggja heilsuskúlan saman við miðnámsskúlanum við tí fyri eyga at gera tað lutfalsligabíligari at byggjaog fyri at rationaliserað raksturin.
? Men her er javnaðarflokkurin í andsøgn við seg sjálvan, tí í Havnini hevur javnaðarflokkin ta áskoðan, at studentaskúlin skal verða verandi fyri seg sjálvan í Hoydølum og skal ikki verða við í ætlaða skúladeplinum í Marknagili.
? Hví tað so skal verða so avgerðandi, at miðnámsskúlin í Suðuroy verður bygdur saman við einum heilsuskúla í Hovi, skilji eg ikki.
Hinvegin skilir gamli landsstýrismaðurin heldur ikki, hvat ein miðnámsskúli og ein heilsuskúli hava til felags sum ger tað so umráðandi, at teir liggja saman.
? Tað kann bara vera sjálvur bygingurin, tí annað er tað ikki. Annað dugi eg ikki at síggja, hvat teir hava felags, tí tað eru tveir heilt ymiskir skúlar.
Hevði talan verið um ein studentaskúla og ein handilsskúla, kundi eg skilt tað, tí teir hava nógv meiri í felag.
Báðar skúlarnar í Vági
Men Signar á Brúnni heldur, at er tað so avgerandi at byggja báðar skúlarnar saman, er at byggja báðar skúlarnar saman vesturi í Eiðinum í Vági, har stykkið til miðnámsskúlan longu er grivið út.
Hann sigur, at botnar hetta í einum stríði ímillum Vág og Tvøroyri og standast politiskir trupulleikar av at flyta ætlaða heilsuskúlan á Tvøroyri til Vágs, ber til at loysa tað við at leggja onkrar aðrar tænastur á Tvøroyri
?Eitt nú hevur tað verið frammi at umsitingin av Strandferðsluni skal flytast til Suðuroyar. So kundi hon hóskandi verðið løgd á Tvøroyri, har báturin siglur.
Hann leggur tó dent á, at hann leggur seg ikki út í, hvat verður gjørt á tí økinum, men hann nevnir hetta bara sum eitt dømi. Tað eru uttan iva eisini aðrir møguleikar, sigur hann.
Hann leggur afturat, at hann hevur eisini frætt, at tað er ikki full semja í tingmanningini hjá samgonguni um at gera skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági.
? Er tað rætt, skilji eg onki, tí so er lítil álvari í ætlanini og eg skilji fullvæl, at ein meiriluti í býráðnum í Vági segði kortanei.
? Hevði landsstýrið tikið spurningin um at broyta ætlanina, áðrenn fyrireikingarnar vóru byrjaðar, kundi eg skilt tað.
? Men at koma nú, tað er klárt at fara undir byggingina, er púra meiningsleyst, sigur Signar á Brúnni.