Heilsustýrið vrakar enn einaferð tvær vaksinur

Danska Heilsustýrið hevur mett um tvey koppingarevni ímóti covid-19 av nýggjum, men niðurstøðan er tann sama

Koppingarevni frá AstraZeneca og Johnson & Johnson verða ikki partur av koppsetingini ímóti covid-19 í Danmark, Grønlandi og í Føroyum.

 

Ta niðurstøðuna hevur danska Heilsustýríð gjørt, eftir at heilsumálaráðharrin bað stýrið gera eina nýggja meting av koppingarevnunum, eftir at evnini fyribils vórðu tikin úr koppsetingararbeiðnum fyrr í ár.

 

Orsøkin til, at hesi koppingarevni vóru tikin úr koppsetingarætlanini var, at einstøk dømi vóru um blóðproppar í sambandi við koppseting við hesum evnum.

 

– Javnvágin millum møguligt gagn og møguligt skaðiligt árin er framvegis ikki nóg. Harafturat halda vit, at mRNA-vaksinurnar, sum vit viðmæla at brúka, fyrbyrgja sjúku og smittu betur, eisini tá ið tað kemur til nýggj frábrigdi, sigur Helene Probst, varastjóri í Heilsustýrinum.

 

Danmark brúkar Moderna og Pfizer koppingarevni, Føroyar brúka Pfizer, og Grønland brúkar Moderna.