Heilsuskúlin byrjaður í Vágs Skúla

Týsdagin byrjaðu næmingar á Heilsuskúla Føroya í hølum í Vági, meðan umvælt verður í Hovi.

Týsdagin byrjaðu næmingar á Heilsuskúla Føroya í hølum í Vági, meðan umvælt verður í Hovi.

 

Skúladepilin í Suðuroy verður nú umvældur, og ábøtur verða gjørdar á tað sum er galið, og sum hevur verið áfatt, síðani skúlin varð bygdur.

 

Næmingar á Heilsuskúlanum eru tí fluttir úr Skúladeplinum, meðan teirra partur av skúlanum verður umvældur.

 

Heilsuskúlin hevur fingið innivist í Vágs Skúla, meðan arbeitt verður í Hovi. Týsdagin byrjaðu næmingar á heilsuskúlanum í skúlanum í Vági, har Heilsuskúlin hevur fingið eina gongd fyri seg sjálvan.