Í hesum sambandi er skipað fyri móttøku fríggjadagin 7. september 2007 í Almanna- og heilsumálaráðnum fyri teimum, sum hava luttikið í arbeiðinum. Fjølmiðlarnir eru eisini bodnir at fáa kunning um arbeiðið. Talgilda heilsuskipanin verður dagliga brúkt innan fleiri øki í heilsuverkinum, og ætlan er løgd fyri, hvussu teir írestandi partarnir verða knýttir at skipanina.