Heilsurøktarafelagið havt aðalfund

Heilsurøktarafelagið hevur havt ársaðalfund í dag, og fyrrapartin varð sjálvur aðalfundurin avgreiddur.

Heilsurøktarafelagið hevur havt ársaðalfund í dag, og fyrrapartin varð sjálvur aðalfundurin avgreiddur. Tveir nevndarlimir stóðu fyri vali. Fýra limir stillaðu upp. Sjúrður Norðbúð varð afturvaldur, og Rakul í Gerðinum er nývald.

 

Ein nevndarlimur skuldi veljast í eitt ár fyri nevndarlim, sum hevur tikið seg úr nevndini, nú hann fyribils ikki arbeiðir á almanna- og heilsuøkinum. Jóhanna Henriksen varð vald at sita hetta árið, og Anna-Britt Eið bleiv afturvald til tiltakslim.

 

Sostatt manna hesi nú nevndina í Heilsurøktarafelagnum fram til aðalfundin í apríl 2016 - Majbritt Mohr, forkvinna, Gunvør Sigurðsson, Jóhanna Henriksen, Sjúrður Norðbúð og Rakul í Gerðinum. Sunrid Berg og Anna-Britt Eið eru tiltakslimir.