Heilsu- og trivnaðarátak í Vági

Ongantíð fyrr hevur skipaður ítróttur og rørsla verið so greitt á dagsskrá ímillum børn og ung í kommunalum stovnum í Vági.

Ongantíð fyrr hevur skipaður ítróttur og rørsla verið so greitt á dagsskrá ímillum børn og ung í kommunalum stovnum í Vági.
 

Meiri ítróttur og rørsla í skúlanum og dagstovnum hevur jaliga ávirkan á lívsgleðina hjá børnum og ungum, umframt jaliga ávirkan á innlæringsevnini, á konsentratiónsevnini. Ítróttur og rørsla hevur eisini stóran týdning fyri um børn og ung fáa avbjóðingar við ovurfita.
 

- At vit seta fokus á meiri ítrótt og rørslu í Vágs Skúla og í Eikilund skal síggjast sum eitt miðvíst heilsu- og trivnaðarátak í Vágs kommunu, sigur Dennis Holm, borgarstjóri. - Ikki minst so er hetta ein liður í heildarætlanini hjá Vágs kommunu, har vit arbeiða miðvíst við at skapa best gjørligu trivnaðar-umstøður fyri børn og ung í Vági, og at við geva okkara børnum og ungu so góðar upplivingar í barna- og ungdómsárunum sum til ber, sigur Dennis Holm, borgarstjóri.
 

Eftir ársskiftið verður gjørd eftirmeting av skipanunum við ítrótti og rørslu, og ætlanir lagdar fyri árið 2015 og 2016.