Móðurmálið
Fagurt ert tú Føroya mál,
tónleikur í sinn og sál,
arvagripur, ogn so dýr
djúpt í Føroya fólki býr,
ríkt og reint og margfalt ljóð,
uttan teg var Føroya tjóð,
sum eitt likam uttan blóð.
Kveikt og ment á mannamunni,
meðan ymsar øldir hava runnið,
hevur tú tín fagra búna funnið,
sum teg gylt og marglitt prýðir
við ymsum ljóð´ til ymsar tíðir.
Enn tú livir, enn tú mennist,
uttanrákið hvønn dag kennist,
skynsemi í hond má takast,
báði tá ið veljast skal og vrakast.
---------------