Frambrot í skúlaskapi
Hesin skúli er eitt frambrot í føroyskari skúlabygging. Ein nýggjur vælútgjørdur skúli, sum lýkur krøvini til nútíðar undirvísing bæði hølisliga og tøkniliga. Tit hava fingið góðar undirvísingarligar umstøður, sum mong onnur uttan iva kundu ynskt sær.
Mentamálaráðið fegnast um, at Tórshavnar Kommuna vísir skúlunum bestu sømdir. Kommunan hevur gjørt eina stóra íløgu fyri at bøta um undirvísingarligu umstøðurnar í býnum, og vitnar hesin prýðiligi bygningur við fjøltáttaðum virkismøguleikum um, at arbeiði skúlans verður mett høgt.
Tit hava samstundis torað at brotið upp úr nýggjum, at ganga nýggjar leiðir innan undirvísing, soleiðis at grundhugsanin í skúlanum byggir á toymissamstarv millum lærarar við samanløgdum flokkum. Hetta gevur størri fleksibilitet og møguleikar at samskipa undirvísingina og geva einstøku næmingunum røttu avbjóðingarnar á tí búningarstigi, teir eru á.
Nú eg eri stødd her á skúlanum á Løgmannabreyt vil eg nýta høvi at takka leiðslu og lærarum á skúlanum fyri, at tit hava hava tikið av hesum avbjóðing við opnum sinni.
Tað er gull vert, at vit hava leiðslur og lærarar, sum konstruktivt taka av avbjóðingum og ikki stara seg blind uppá sparingar og forðingar.
Fokus er á fólkaskúlan
Stórt fokus er á fólkaskúlan, og orðskiftið um skúlan fyllir alsamt meira í almenna rúminum. Tað er gott og eitt stórt framstig. Fríggjadagin var eg á sonevndum reflektiónsseminari um fólkaskúlan úti á Háskúlanum, og fleiri fjølmiðlasendingar hava í seinastuni sett sjóneyku á skúlan. Tað fer at verða avgerðandi fyri trivnaðin alla staðni í Føroyum, hvussu gott skúlatilboðið er á staðnum, og tað merkir ikki bara, at skúlin liggur høliga fyri, beint hinumegin vegin. Tað snýr seg heldur um fjølbroytni og dygd í skúlatilboðnum, har nýggj námsfrøði og frálærufrøði er vegurin fram. Hetta er júst tað, sum tit hava set fokus á við hesari skúlbygging, og sum leiðsla og lærarar hava átikið sær at seta í verk.
Umframt grundleggjandi kunnleika, at duga at lesa, skriva, rokna, fremmand mál og kunningartøkni,skulu næmingarnir læra ymsar arbeiðshættir, at samstarva, at taka avgerðir og virða onnur menniskju, og skúlin skal saman við foreldrunum elva til, at næmingarnir framhaldandi varðveita sítt forvitni og hugin at læra.
Hølisumstøður
Útbúgving er lykilin til framburð, bæði hjá tí einstaka og samfelagnum sum heild. Hølisumsøðurnar, arbeiðsamboð og undirvísingarmiðlar hava tí avgerðandi týdningi fyri at náa einum góðum úrsliti.
Tit hava við hesari bygging fingið sera góðar og fjølbroyttar karmar um skúlans virksemi. Umframt floks- og fakhøli, fari eg at nevna námsfrøðiliga tænastudepilin, sum í undirvísingarligum høpi verður mettur at vera hjartað í skúlanum. Samkomuhøll, sum kann nýtast bæði av skúla og frítíðarlívi, soleiðis, at skúlin kann vera mentanardepil í umhvørvinum á Løgmannabreyt.
Uttandura økið er væl valt víðvíkjandi lívd og sólargangi og er innhugsað, sum partur av byggingini. Eisini hava heimaøkini, flokshølini hjá næmingunum beinleiðis atgongd til uttanduraøkið.
Serliga er at fegnast um, at umstøðurnar hjá rørslutarnaðum eru raðfestar, soleiðis at lyfta er millum hæddirnar, og at tað ber til í koyristóli at koma runt í skúlanum eftir rapuni.
Samskipað virksemi gevur møguleikar
Eg eri sannførd um, at undirvísing, ið hevur til endamáls at møta næminginum, har næmingurin er – bæði tí fakliga sterka, tí veika, tí kreativa og tí handaliga, og við tí máli at gagnnýta læraraførleikarnar optimalt, og har dentur verður lagdur á at samskipa dagstovn, skúla og frítíðarskúla uppaftur betur, fer at tryggja okkum ein góðan fólka skúla, og sostatt eisini úrslit, ið kunnu samanberast við tey í grannalondum okkara.
Tað er ikki hvønn dag so hugaligt at vera landsstýriskvinna sum í dag. So at siga dagliga mega vit baksa við sparingum fyri at fáa eitt milliarda stórt hall burtur. Men vit royna at gera alt fyri, at útbúgving og mentan verða skerd sum minst.
Men tað ber ikki til hjá okkum vaksnu at falla í fátt. Vit mega gjøgnum góðar karmar fyri mentan, ítrótt og útbúgving eggja okkara unga ættlarliði til betur at síggja og gagnnýta teir mongur møguleikar, sum okkara land bjóðar.
Fríðrikur Petersen yrkti fyri útvið 120 árum síðani kenda sangin “Hvørjum man tykja vakurt hjá sær”, har eg fari at endurgeva hetta mergjaða ørindi:
Uppal tíni børn sum móðir rætt,
lat tey ei bregða burtur úr ætt.
Gev teimum Tróndar skarpa vit,
Men Sigmunds bjarta hjartalit.
Gev teimum tolgóða, sterka sál,
Gev teimum Sverris vilja sum stál.
Tað er so vakurt í Føroyum at búgva.
Tjaldrið ber boð um vón
At nýggi Skúlin við Løgmannabreyt verður fagnaður ein so framúr vakran sólskinsdag á Grækarismessu, ger dagin og løtuna uppaftur betri. Tjaldrið ber boð um vón og betri tíðir, og eg vil enda við síðsta ørindi í kenda sanginum hjá Jákupi Dahl, “Tjaldur ver vælkomið til okkum heim”:
Lat sólina skína um dalar og fjøll,
Grønkast lat heiðar og líðir!
Tí øll vit leingjast mót lívgandi sól,
vónandi sælari tíðir
Takk fyri at umboð fyri Mentamálaráðið vórðu boðin við til hátíðarhaldið. Hjartaliga til lukku og Guds signing í skúlans arbeiði!