MÓTTØKA
Fyrsta dagin í árinum skifti á ovastu rók hjá Stranfaraskipum landsins. Kristian Davidsen setti seg í stólin, sum Reidar Nónfjall seinastu árini hevði hildið heitan.
Eftir sjey ár hjá Ericsson í Danmark, so valdi 36 ára gamli havnarmaður at venda aftur til Føroya og byrja eitt nýtt tíðarskeið sum stjóri fyri Strandferðsluna.
Nýggi strandferðslustjórin er útbúgving sivilverkfrøðingur í Keypmannahavn. Hansara sergrein er innanfyri telesamskifti. Afturat verkfrøðingaútbúgvingini hevur Kristian eisini tikið HD í organisatión.
Enn er einki kolveltandi komið frá nýggja stjóranum. Áðrenn hann varð settur í starv boðaði hann frá, at fokus skuldi setast á tænastuna.
Á stjórnarskrivstovuni við góða útsýninum Yviri við Strond kann Kristian Davidsen nú gera sær fleiri tankar um skipini og uppgávurnar hjá Strandferðsluni.
Hvussu byrurin hjá stjóranum fer at vera vil tíðin vísa.










