Ein heildarloysn fyri Sandoynna og Suðuroynna má gerast eftir eini tíðarætlan, sum eisini gevur pláss fyri, at vit samstundis kunnu nýta pening upp á onnur samfelagsvirði. Skal Suðuroyggin yvirliva er alneyðugt at sambandið við meginøkið gerst betur.
Ein góð loysn fyri júst Suðuroynna hevði verið ein tunnil til Sandoynna, soleiðis at túratalið við Suðuroynna kundi verið minst tvífaldað.
Hetta er ein loysn, sum vit mugu gera eftir eini tíðarætlan, sum fyrst og fremst er fíggjaliga forsvarlig, men eisini tekur atlit til, at hon má fremjast, áðrenn Suðuroyggin doyr út.