Øll familjan hevði ábyrgd, tá 17-ára gamla danska gentan Katja Fromberg frá Birkerød í summar varð bukað til deyðis av dreingi sínum Ákæra er nú reist móti einum 23-ára gomlum manni fyri morðið á 17-ára gomlu Katju Fromberg í Birkerød í summar. Eisini foreldur hansara og systir eru ákærd fyri at hava viðvirkað til morðið, skrivar Frederiksborg Amts Avis.
Katja Fromberg varð sligin og sparkað í høvður og kropp fleiri ferðir. Og tá hon small um, hoppaði og trampaði hin nú 23-ára gamli drongur hennara á henni, inntil innaru gøgnini oyðiløgdust og hjartað sveik.
Hetta fór fram, meðan foreldur og systir hansara hoyrdu og sóu, uttan at rætta hond frá síðu, og uttan at tilkalla læknahjálp.
Øll familjan er tí nú ákærd fyri drápið á Katju Fromberg.
Morðið fór fram í húsunum hjá familjuni í Birkerød, og líkkanningin vísti, at gentan doyði orsakað av ógvusligum skaða á innaru gøgnini.
Eftir eina umfatandi politijagstran varð 23-ára gamli drongurin handtikin dagin eftir í Nr. Alslev á Falster. Tvær vikur seinni vórðu foreldrini varðhaldsfongslað og ákærd fyri viðvirkan til drápið. Eisini systurin varð eftir avhoyring ákærd, men kortini leyslatin.
Grannar høvdu annars javnan kært um hesa familjuna fyri framferð hennara, men einki bleiv gjørt í málinum.
Ákærumyndugleikarnir skulu nú taka støðu til, um familjan skal útvísast úr Danmark. Sjálvt rættarmálið byrjar 19. februar 2008.