Tey 1400 fólkini í Panabaj lógu og svóvu, tá ein ovurstór skriða leyp oman yvir bygdina. Tá bjargingarliðini komu á staðið, vísti tað seg, at tað mesta av bygdini lá undir mold og runu, og summastaðni var vóru heilir tólv metrar niður til húsatekjurnar. Í trý samdøgur royndu bjargingarmenninir at grava seg niður til húsini, men tað vísti seg at vera vónleyst.
Myndugleikarnir í Guatemala siga, at Panabaj verður helst lýst sum almenn hópgrøv.
Skriðulopið, sum legði bygdina undir, komst av gloprarregni, sum ódnin "Stan" hevur elvt til í Guatemala og grannalondunum. Í Guatemala halda myndugleikarnir, at ódnin hevur kravt minst 2.000 mannalív, í El Salvador eru 67 deyð, í Nikaragua 11 og í Meksiko 24.