Heidi er til reiðar

Heidi Sevdal er aftur eftir leikbann, tá føroyska kvinnulandsliðið í kvøld spælir móti Norðurírlandi

Heidi Sevdal, sum hevði leikbann leygardagin, tá føroyska landsliðið spældi 1-1 móti Bosnia Hersogovina, er nú til reiðar at hjálpa føroyska kvinnulandsliðnum til enn eitt søguligt úrslit.

 

Hoyr samrøðuna við Heidi Sevdal við at trýsta á pílin undir myndini

 

- Eg gleði meg øgiliga nógv at sleppa við aftur. Tað er lítið áhugavert at sita uttanfyri, so eg brúsi av orku til komandi uppgávu, sigur Heidi Sevdal.

 

Stigið leygardagin er tað fyrsta í eini HM undankapping nakrantíð. Norðurírland verður mett at verða sterkari enn Bosnia Hersogovina, men tað ræðir ikki Heidi Sevdal.

 

Spurd um hon hevði tikið av, um hon fekk bjóðað ein 1-1 javnleik móti Norðurírlandi, so er Heidi Sevdal avgjørd á málinum, tá hon svarar:

 

- Nei, takk! So vil eg heldur spæla dystin og møguliga vinna, sigur Heidi Sevdal, sum spælir við HB í heimligu kappingini.

 

Landsdysturin millum Føroyar og Norðurírland verður í kvøld á Tórsvølli klokkan 19.