Úrslitini hjá Føroyum hava verið rættilgia góð á Oyggjaleikunum á Rhodos eftir fyrstu tveir dagarnar.
Higar til hevur talan verið um fýra gullmerki, sjey silvurmerki og tvey bronsumerki, og hetta ger, at Føroyar liggur á einum samlaðum 6. plássi í røðini yvir samlaða heiðursmerkjabýtið.
Við fleiri kappingum, har vónin er gull, er ikki óhugsandi, at vit kunnu styrkja um okkara støðu í samlaða yvirlitinum.
Listin sá annars soleiðis út mánakvøldið:
Nr Land G S B
1 Jersey 7 10 4
2 Rhodos 7 5 8
3 Guernsey 5 5 8
4 Gotland 5 3 2
5 Cayman 5 1 0
6 Føroyar 4 7 2
7 Áland 4 1 3
8 Bermuda 3 4 5
9 Prince Edw. 3 0 5
10 Isle of Man 2 3 6