Tað var ikki sørt rørandi á innanhýsis samkomu hjá SEV týsdagin, tá ið Osvald Hansen legði frá sær starvið hjá Elfelagnum eftir trúgva tænastu í 40 ár. SEV fyllir 60 ár næsta ár, sostatt hevur Osvald verið við til at bygt og ment SEV í tveir triðingar av tíðini, felagsskapurin hevur verið til.
Á samkomuni handaði Klæmint Weihe, stjóri, Osvaldi, heiðursmerki frá drotningini fyri trúliga at hava tænt landi og fólki í 40 ár.
Osvald er 67 ár, og í fjør fór hann úr starvinum sum verkmeistari á Sundsverkinum, men hann valdi at halda fram hjá SEV við ymsum fyrifallandi arbeiði, til hann hevði verið í starvi í 40 ár tann 31. mai 2005.
Tað tykist løgið, at 31. mai var dagurin, Osvald Hansen byrjaði sína yrkisleið hjá SEV. Men soleiðis lagaði tað seg bara fyri 40 árum síðani, tá gamli stjórin, Hjalgrím Winther, bað Osvald koma til arbeiðis. Osvald Hansen ringdi til stjóran tann 30. mai 1965 viðvíkjandi starvinum hjá SEV, og Hjalgrím Winther bað hann koma til arbeiðis dagin eftir.
Osvald tók við sum verkmeistari á Havnarverkinum, sum varð í gerð, tá hann byrjaði hjá SEV. Sostatt var hann við til at gera Havnarverkið liðugt, har hann setti upp tveir motorar. Fyrst í sjeytiárunum fór SEV undir at byggja Sundsverkið, sum í dag hevur fimm dieselmotorar. Osvald Hansen setti upp allar motorarnar á Sundi - og hann hevur eisini skift útaftur tveir teir fyrstu motorarnar á Sundi og tikið niðuraftur báðar motorarnar á Havnarverkinum. Tilsamans hevur Osvald Hansen sett upp níggju motorar á Havnarverkinum og á Sundsverkinum, sum er útbygt tvær ferðir, síðani tað varð tikið í nýtslu í 1974.
Osvald sleit sostatt fýra motorar upp, men teir megnaðu ikki at slíta hann upp. Osvald er giftur Eyðleyg, og tey eiga tríggjar synir og átta ommu- og abbabørn.