Heiður fyri at bjarga starvsfelaga

Ársins fyrstuhjálparar gjørdust John Heri Mouritsen og Helgi Mortensen. Henda heiður fingu teir fyri at hjálpa einum starvfelaga, ið brádliga fall um á arbeiðsplássinum

Tann sjeynda septembur í fjør fekk Grettir Djurhuus ein hjartatilburð og fall um á arbeiðsplássinum. Starvsfelagarnir John Heri Mouritsen og Helgi Mortensen tonktu skjótt og góvu honum hjartamassagu og kunstigan andadrátt til sjúkrabilurin kom á staðið. Hetta megnaðu teir so væl, at teir í dag vórðu nevndir ársins fyrstuhjálparar fyri árið í fjør av Reyða Krossi.
Hetta er sætta árið, at Reyði Krossur skipar fyri hesum tiltaki, og tað tykist vinda meira og meira upp á seg. Hesaferð var hølið hjá Reyða Krossi á Bryggjubakka stúgvandi fult av fólki, og fleiri uppskot og tilnevningar enn nakrantíð vóru komin inn. Heili ellivu uppskot vóru, ið fevndu um átta hendingar og sekstan persónar. Av hesum fingu seks uppskot heiðursbræv.

Fyrstuhjálparabragd
Størsti heiðurin gekk tó til John Hera Mouritsen og Helga Mortensen, tí teir ein heilt vanligan arbeiðsdag á Tekniska skúla í Havn hjálptu einum starvsfelaga úr lívsvanda.
-Eg stóð tættast við, tá ið Grettir small um, og eg sá beinanvegin, at har var okkurt gali. Eg havi lært fyrstuhjálp, so eg byrjaði beinanvegin at geva hjartamassagu, sigur Helgi Mortensen, ið eins og Grettir er lærari á tekniska skúla.
Síðani kom ein annar lærari, John Heri Mouritsen, til, og teir hildu so á í felag við hjartamassagu og kunstigum andadrátti, inntil sjúkrabilurin kom á staðið. Hetta fyrstuhjálparaarbeiði gjørdu teir so væl, at Grettir í dag er fult arbeiðsførur.

Royndir fyrstuhjálparar
At hesir báðir fingu henda heiður er neyvan heilt av tilvild. Báðir eru teir vanir við at geva fyrstuhjálp. John Heri er enntá vanur við at læra onnur at geva fyrstuhjálp. Heiðurin sum ársins fyrstuhjálpara hevði hann tó ikki vænta sær.
-Hetta kemur heilt óvæntað. Her eru so nógv og góð uppskot, at heiðurin kundi avgjørt farið til onkran heilt annan. Tað vóru ikki bara vit, ið hjálptu til. Tað kundi verið onnur enn vit av Tekniska skúla, ið stóðu her í dag, sigur John Heri.
Tó eru teir mest glaðir fyri, at tað gekk so væl hjá Gretti.
-Vit gjørdu bara tað, ið onnur høvdu gjørt í okkara støðu. Vit eru glaðir fyri, at tað gekk so væl hjá Gretti, at vit nú hava hann aftur á arbeiðsplássinum, siga John Heri og Helgi.

Torført at velja
Av tí at tað vóru komin so nógv uppskot inn hesaferð, hevði Reyði Krossur biðið ein lækna koma at velja burturúr, hvat bragd hann helt vera best. Og Kaj Kallsberg lækni sigur, at hóast tað var torført at velja, so helt hann, at bragdið hjá John og Helga var best.
-Øll uppskotini vóru sera góð. Tó haldi eg avgjørt, at bragdið hjá John og Helga var tað besta fyrstuhjálparauppskotið. Teir gjørdu alt, sum ein eigur at gera, tá ið tað kemur til fyrstuhjálp. Hini uppskotini vóru eisini góð, men tey vóru meira bjargingarroyndir, sigur Kaj Kallsberg
lækni.