Heiðrikur á Heygum, ið seinni í ár gevur út nýggja fløgu, fer í summar at framføra hansara forvitnisligu nýggju løg, og verður tað við Múrin í Kirkjubø. Við Múrin í ár fer ungi evnaríki havnamaðurin Heiðrikur á Heygum á pall við bólki sínum. Tónleikurin hjá Heiðriki hevur verið nógv frammi seinnu tíðina, og í summar ber til at hoyra nýggja tónleik frá Heiðriki, tá ið hann trínur á pall í Kirkjubø.
-Nýggi tónleikurin má sanniliga sigast at vera øðrvísi enn nakað, ið vit hava hoyrt frá honum áður, sigur Tina Jacobsen, samskipari.
Fyrstu fløgan hjá Heiðriki bar heitið ?An Invisible Gun?(2007) og løg sum ?Jealous? og ?HEYHEY? gjørdust sannar landaplágur.
-Nú fer Heiðrik á pall fyri fyrstu ferð við fullari manning og nýggjum tilfari. Talan er um nýggjar tónar frá hansara komandi fløgu, ið verður givin út seinni í ár, og Heiðrikur hevur veruliga skift ham. Sum altíð er sterka og viðbrekna røddin í hásæti, men nú við meira melodiøsum og sorgblíðum løgum, har Heiðrikur veruliga vísur síni kynstur sum sangari og lagsmiðjur, sigur Tina Jacobsen, samskipari.
Hesi nýggju løg verða fyri fyrstu ferð at hoyra við Múrin, og við sær á pall hevur Heiðrikur Heðin Ziska Davidsen (Tjant), Brynjolfur á Heygum (Side Effect, B.A.B.Y), Andreas Dalsgaard (LadyFire,), Bjarki Meitil (Brekku Brothers) og strúkarir eru Heiðrun Petersen, Tóri Restorff, Andreas Restorff og Angelika Nielsen.
Les og hoyr meira um Heiðrik á myspace síðu hansara: www.myspace.com/heidrik