Heiðraðu náttúruni

Náttúran og menniskja áttu løtuna, tá fólk savnaðust til 20. Miðsummhaldið úti í Grøv í Klaksvík í gjárkvøldið



20. Miðsummarhaldið úti í Grøv í Klaksvík leygarkvøldið gjørdist samstundis tað seinasta, sum Norðoya Fornminnafelag skipaði fyri. Tí settu hugleiðingar og minnir um, hvussu tiltakið byrjaði, dám á løtuna, har náttúran enn einaferð varð heiðrað í sangi og røðum. 



Seyðafrí øki

At vit ikki kunnu okkara vøkru náttúru sum eina sjálvfylgju var eisini evnið í Miðsummarrøðuni hjá Onnu Mariu Fossá, plantufrøðingi, sum setti spurnartekin við, hvussu óspilt føroyska náttúran í veruleikanum er. Hon vísti á, at í øllum førum hevði føroyska náttúran sæð heilt øðrvísi út, um hon ikki hevði verið órógvað av fólki og landbúnaði hesi seinastu 1000 árini

”Um tit ikki trúgva mær, so far ein túr í hagan. Finnið tykkum nakrar gjáir, og legg til merkis, hvussu nógv ríkari gróðurin er, har sum seyðurin ikki sleppur framat“, segði Anna Maria Fossá, og legði afturat

”Hevði tað ikki borið til at fingið nøkur fá øki, har seyðurin var bannaður. So at náttúran vónandi við tíðini kundi vent aftur til tað, hon var, áðrenn oyggjarnar vórðu bygdar. Og so, at vit veruliga kundu tosað um eina óspilta náttúru,” segði Anna Maria Fossá, sum metti tað at hava sera stóran týdning at hugsa um hetta í sambandi við eina møguliga vaksandi ferðavinnu. 



Eftirkomarar gjalda prísin

Eisini mótvegis okkara eftirkomararum hava vit skyldu til at lata náttúruna aftur í sama ella betri standi, enn tá vit fingu hana, segði Anna Maria Fossá, sum fýltist á, at so lítið verður gjørt fyri at meta um avleiðingarnar av teimum intrivum sum vera gjørd í náttúrini.

“Nær ætla vit at taka annað skinn um bak og fáa til vega tað neyðugu vitanina, sum skal til fyri at meta um grundarlagið undir eini burðardyggari gagnnýtslu av náttúruni? Og nær seta vit tiltøk í verk fyri at verja hana ?

Verður ikki borið skjótt at, kunnu vit lættliga verða tað ættarliðið, ið kann ábyrgdast fyri at hava oytt lívsgrundarlag okkara. Og tað verða okkara børn og eftirkomarar, ið koma at bera prísin fyri okkara ábyrgdarloysi.” minti Anna Maria Fossá á 



Grønt lunga

20. Miðsummarhaldið úti í Grøv varð eisini tað seinasta, sum Norðoya Fornminnafelag skipar fyri, nú ætlanin er, at onnur skulu taka yvir.

Tí helt formaðurin í felagnum, Jógvan Ravnsfjall, tað vera hóskandi at enda haldið, eins og tað byrjaði fyri 20 árum síðani – nevniliga við sanginum ”Náttúruljóð”, sum Jógvan Andrias Joensen, yrkti til fyrsta Miðsummarhaldið úti í Grøv í Klaksvík í 1989

Tað var eisini Jógvan Andrias Joensen, sum í síni tí fekk hugskotið til at heiðra náttúruni við einum árligum Miðsummarhaldi. Áðrenn hann treiv í gittaran, hugleiddi Jógvan Andrias Joensen um, hvussu nógv er broytt úti í Grøv hesi 20 árini síðani fyrsta Miðsummarhaldið.

- Her vóru jú ongi trø úti í Grøv tá, so tað er heilt ótrúligt at síggja, hvussu vakurt her er blivið. Eg vóni veruliga at fólk fara at halda á at hjúkla um hetta grøna lunga, sum onkur hevur kalla hetta staðið, segði Jógvan Andrias Joensen.




"Náttúruljóð"

Orð og lag: Jógvan A. Joensen 



Vit hittast á longsta degi

til fundar á fornum stað

Sjá náttúrulitir og –megi

Lat hugflogið savnast um tað 



Vár náttúra hevur tær gávur

ið vekja kann menniskjusál

Hon tosar meira enn fáur

Hon hevur sítt egna mál 



Mong eru sum vilja týða,

men flestu tey lata stá.

Stríðast á morgni og síðla.

Hvør hoyrir ta teskandi á? 



Vit umhvørvi skapa á lendi

har náttúran einaferð var.

Um onkuntíð spakan vit vendu

og hugdu hvar leið okkar bar. 



So høvdu vit betur kunna

týtt náttúrulitir og mál,

og sóu har fólk sum sær unna

at styrkja sær barnasál.