Heiðra ársins borgara við Sundalagið

Mentanarnevndin í Sunda kommunu hevur fingið sum uppgávu at gera eina mannagongd fyri, hvussu ein kann heiðra einum borgara fyri hansara serstaka avrik.

Bygdaráðið fekk herfyri eitt uppskot, sum hevði til endamáls at kunna heiðra fólki, ið høvdu framt serliga merkisverd avrik til gleði og gagn fyri lokalsamfelagið, og sum eisini hevði vakt ans úti um landið.

- Slíkt verður alt ov sjáldan virðismett meðan høvið er til tess, sigur Sunda kommuna. Nú verður ístaðin arbeitt við at varpa ljós á slík avrik við eini viðurkenning.

Á fundi í farna mánaði samtykti mentanarnevndin at taka undir við at kommunan letur ávísum persónum ella tiltøkum eina serliga viðurkenning. Hetta skal gerast sum ein tøkk fyri tað virksemið, sum so ella so hevur havt týdning millum manna.

Fíggjarnevndin tók eisini undir við hesum uppskoti. Og á bygdaráðsfundi í farnu viku samtykti bygdaráðið einmælt hetta.

Heitt varð á mentanarnevndina um at gera mannagongdir fyri hesi viðurkenningini. Hetta arbeiðið skal verða liðugt fyri árslok.