Heiðra næmingarnar á Hotel Skálavík

Sands kommuna og Sands skúli skipa fyri almennum heiðurstiltaki á Hotel Skálavík sunnukvøldið.

Í samband við, at 4. og 5. flokkur í Sands skúla í vikuni vunnu tvørfakligu Biohilia-kappingina, fara Sands kommuna og Sands skúli at gera burtur úr hesum til heiðurs fyri óføru næmingarnar.

 

Skipað verður fyri tiltaki á Hotel Skálavík sunnukvøldið 23. apríl. Byrjað verður klokkan 19, tá næmingarnir fara at framføra leikin og fara at greiða frá, hvat verkætlanin snúði seg um.

 

Sands kommuna sigur, at tiltakið á Hotel Skálavík sunnukvøldið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin.

 

Kappingin, sum 4. og 5. flokkar í Sands skúla vunnu, var ein kapping millum fólkaskúlar, ið hevði til endamáls kreativt at samantvinna lærugreinirnar føroyskt, støddfrøði, náttúru og tøkni, myndlist og tónleik.

 

Á heimasíðuni - www.skulabladid.fo - er meira at lesa um, hvat henda kapping snýr seg um, og hvussu aðrir skúlar stóðu seg í kappingini.