Heiðraðir fyri bjarging av neyðstøddum manni á Norðhavinum

22. mars 2004 bjargaðu kollfirðingarnir, Christian Christiansen og Jens Joensen, Hans Magnusi Hansen, sum hjálparleysur stóð uppi á stýrhúsrútinum á sokna báti sínum i ringum líkindum á Norðhavinum. Nú hevur Carnegies Belønningsfond for Heltemod í Danmark heiðrað teir báðar fyri hesa bjarging

Bjarging

- Okkara størsta vónbrot hevði verið, um vit ikki megnaðu at bjarga Hans Magnusi Hansen. Tað var ikki lætt at fáa fatur á manninum. Vit gjørdu fyrst tvær miseydnaðar royndir. Tað var ikki, fyrr enn vit gjørdu triðju royndina, at vit fingu fatur á honum. Umstøðurnar vóru ringar. Veðrið var vánaligt við nógvari aldu og vrakið av bátinum, sum stóð steyrrættur í sjónum við gronini upp úr, gjørdi tað eisini trupult at sleppa fram at.
Soleiðis greiddu Christian Christiansen og Jens Joensen frá í Sosialinum eftir bjargingina av Hans Magnusi.
Christian og Jens vóru á veg aftur av útróðri á Norðhavinum, tá ið Jens helt seg síggja okkurt í sjónum. Hóast teir mistu tað, hann hevði sæð, burtur aftur, sigldu teir kortini tann vegin eina løtu. Tá ið teir komu fram, vísti tað seg at vera vrakið av einum soknum báti. Teir sóu ikki mannin beinanvegin, tí stevnið á bátinum vendi ímóti teimum. Ikki fyrr enn teir snaraðu um vrakið, sóu teir, at neyðstaddur maður stóð uppi á framrútinum og hevði vundið fanglínuna um armin línuna, sum saman við Christiani og Jens gjørdist hansara bjarging.

Virðisløn
Fyrst í hesum mánaðinum fingu teir báðir, Christian og Jens, virðisløn frá Carnegies Belønningsfond for Heltemod í Danmark fyri hesa bjarging.
Virðislønin saman við diplomi, sum er dagfest 5. desember 2005, er 10.000 krónur í part.
Christian Christiansen eigur 33 fót stóra útróðrarbátin, Elin C, og tá ið teir bjargaðu Hans Magnusi, høvdu hann og Jens Joensen róð út saman í umleið hálvt annað ár.
Í dag siglir Christian sum avloysari við skeljabátinum, Norðheim, og Jens arbeiðir hjá Fiskiveiðieftirlitinum.
Av tí, at Jens er staddur í Danmark í løtuni, og Christian fer avstað aftur í dag, eydnaðist okkum ikki at taka myndir av teimum báðum við diplomunum. Men vit hava so myndina, sum vit tóku stutt eftir bjargingina.
Í diplomunum stendur, at grunnurin hevur veitt teimum hendan heiður fyri bjarging av manni undan drukning.
Christian Christiansen sigur, at teir báðir fingu diplomini og virðislønina sendandi við postinum.
Spurdur, um teir áður hava verið úti fyri at bjarga nøkrum á sjónum, sigur Christian, at tað hevur hann ikki, men hinvegin hevur Jens áður verið við til at bjargað einum manni í Grønlandi.
- Hendan dagin, vit vóru á veg innaftur av Norðhavinum, og Jens helt seg síggja okkurt í sjónum, var eingin annar bátur so nær sum vit. Sá Jens ikki vrakið av bátinum júst í teirri løtu, hann sá tað, dugi eg ikki at síggja, at Magnus hevði komið livandi frá hendingini. Hann var rættiliga illa fyri og orkaði nóg illa at siga nakað, tá ið vit fingu fatur á honum.
Christian sigur, at ein annar bátur, sum eisini var á veg til lands hendan dagin, var norðrari á, men hevði neyvan sæð vrakið so lágt, sum tað fleyt í sjónum.
- Tað var eitt Guds undur, at Hans Magnus varð bjargaður. Eg trúgvi, at tað bara hevði snúð seg um minuttir, til hann ikki hevði orkað meira, sigur Christian.

Steinpláta
Men tað er ikki bara Carnegies Belønningsfond for Heltemod, sum hevur heiðrað teir báðar kollfirðingarnar fyri bjargingina. Tað hevur Bjargingarfelagið í Kollafirði eisini gjørt.
- Fyri einum ári síðan vórðu vit bodnir til samkomu hjá Bjargingarfelagnum, sum handaði okkum hvør sína steinplátu. Hetta eru sera vakrar plátur, har eitt nú nøvnini á okkum og manninum, vit bjargaðu, eru graveraði.
Christian sigur, at tað fløvar, tá ið slíkur heiður verður sýndur, men tað, teir gjørdu á Norðhavinum hendan dagin, var tað, sum ein og hvør hevði gjørt í slíkari støðu.
- Okkara størsta vónbrot hevði verið, um vit ikki megnaðu at bjarga Hans Magnusi, tá ið vit sóu, hvussu vorðið var hjá honum. Vit eru ógvuliga fegnir um, at hetta spældi so væl av undir teimum ringu umstøðum, ið vóru, sigur Christian Christiansen.