Heðin: - Vit sita á dystinum

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Høvuðsvenjarin hjá HB fegnast um leikliga avrikið, men iðrar seg um brendu málmøguleikarnar

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen gjørdi á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá HB, Heðin Askham, aftaná 1-1 javnleikin millum B36 og HB fyrr í dag.

 

Heðin fegnast um leikliga avrikið hjá sínum monnum, men hann iðrar seg um teir mongu brendu málmøguleikarnar hjá sínum monnum. Hann heldur, at HB sat á dystinum, og tað var bara í løtum í fyrra hálvleiki, at B36 slapp framat.