Heðin errin av tiltakinum Við Brúnna

- Vit eru ógvuliga spent, og vit fara avgjørt at stuðla undir og gera okkara til, at tónleikatiltakið verður afturvendandi.

- Vit eru ógvuliga spent til tónleikatiltakið Við Brúnna, og vit fara avgjørt at stuðla undir og gera okkara til, at tónleikatiltakið verður afturvendandi.

 

Tað sigur Heðin Zachariasen, borgarstjóri í Sunda kommunu, nú tónleikatiltakið Við Brúnna verður á skúlaøkinum á Oyrarbakka leygardagin, 12. juli.

 

Borgarstjórin er fegin og ikki sørt errin, nú hann vegna Sunda kommunu kann bjóða sum vælkomin til tiltakið Við Brúnna.

 

- Tað er okkara vón, at tónleikatiltakið fer at savna nógv fólk úr allari kommununi, nærumhvørvinum og úr øllum Føroyum. Hetta er eitt frálíkt høvi at leggja gerandisdagin frá okkum eina løtu og njóta samanhaldið og góða føroyska tónleikin.

 

Vegna kommununa er Heðin Zachariasen teimum ógvuliga takksamur, sum hava reist hetta tiltak á føtur.

 

- Aftan fyri tiltakið liggur eitt stórt sjálvboðið arbeiði, og tað eru vit øllum teimum, sum á ymiskan hátt hava lyft undir, sera takksom fyri.

 

Heðin Zachariasen er ikki minst fegin um og takksamur fyri, at initiativið at skipa fyri tónleikatiltakinum Við Brúnna er sprottið úr fólki, sum býr í økinum, hava tilknýti til økið og sum í aðrar mátar hava tokka til Sundalagið.

 

- Tað eru fólk í lokalumhvørvinum, sum saman við øðrum, ið hava tilknýti og tokka til økið, ið hava tikið hetta stigið.

 

Hann sigur, at kommunan fegin vil gera sítt til at stuðla undir, eins og fyritøkur og feløg í økinum eisini gera tað.

 

- Men, tað er ógvuliga umráðandi og avgerandi, at initiativið kemur frá fólkinum, sigur Heðin Zachariasen.