Tað verður Bárður Johannesen, sum verður eykamálverji hjá HB til steypafinaluna. HB hevur í eina tíð leitað eftir einum eykamálverja og í gjár – tveir dagar undan steypafinaluni – gekk á mál, tá 40 ára gamli Bárður Johannesen tók við avbjóðingini.
Les eisini: HB nýggjan málverja
- Hann var og vandi við í gjár. Eg má bara siga sum er, at eg eri ótrúliga væl nøgdur við tað, sum eg sá. Bárður er topp trimmaður og stóð seg væl. Hann hevur eisini spælt hondbólt, so hann er klárur, sigur Heðin Askham, venjari hjá HB.
Les eisini: Tí verður Kaj Leo ikki eykamálverji
Bárður Johannesen er 40 ára gamal og hevur spælt 153 dystir í bestu deildini. Teir flestu fyri HB fam til 2006. HB hevur í eina tíð roynt at fingið fyrrverandi málverjan til spæla við. Tað hevur nú eydnast.
Les eisini: Poul Ingason eykamálverji hjá HB í steypafinaluni
- Hann hevur arbeitt og tí hevur tað ikki ligið fyri, at traðka til á 1.deildarliðnum ella at vant við. Nú ber til og hetta verður loysnin restina av árinum, sigur Heðin Askham víðari.
Heðin Askham boðaði annars frá, at ungi framherjin, Poul Ingason, skuldi verða eykamálverji. Hetta verður ikki so. Tað eru bæði Heðin Askham og Poul Ingason glaðir fyri.
Les eisini: Víkingur liðtíðindi
- Hetta var ein neyðstøða, sum bæði eg og Poul eru glaðir fyri er loyst. Vit hildu, at vit kundu leiga ein málverja og tí er hendan støðan íkomin, sigur Heðin Askham at enda.
Rás2 viðgerð steypafinaluna í Fótbóltspanelinum í dag millum klokkan 15 og 17
Væntandi er hetta seinasta greinin um trupulleikarnar hjá HB finna ein málverja. Í spæli hava verið marketing maðurin hjá FSF, Tróndur Vatnhamar, framherjin Poul Ingason og ikki minst løgmaður, Kaj Leo H. Johannesen.
Rás2 sigur beinleiðis frá steypafinaluni, sum byrjar í morgin klokkan 19.45.