– Fimm milliónir eru sjálvandi fimm milliónir.
Tað staðfesti Brandur Sandoy, løgtingsmaður fyri Fólkfaflokkin og borgarstjóri á Sandi, á tingfundi í dag. Tað var undir viðgerðini av fyrispurningini frá Kristinu Háfoss til Jørgen Niclasen um endurgjald til kommunur í sambandi við, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita.
Hon vísti millum annað á, at Tórshavnar kommuna missir fimm milliónir krónur.
– Fimm milliónir hava ongan týdning fyri Tórshavnar kommunu. Tað er ikki meira, enn Heðin Mortensen brúkar upp á eitt ball fyri starvsfólkini, segði Brandur Sandoy.