Heath ætlaði at "reinsa" Norðurírland

Fyrrverandi bretski forsætisráðharrin, Edward Heath, umhugsaði í 1972 at flyta markið millum Norðurírland og Írland og at noyða eina hálva millión fólk at flyta.

1972 var sera ófriðarligt í Norðurírlandi. Næstan 500 fólk doyðu í samanbrestum millum protestantarnar og katolikkarnar, og nú vísa skjøl, sum hava verið loynilig, at táverandi bretski forsætisráðharrin, Edward Heath, umhugsaði at fremja tiltøk, sum skuldu fáa enda á ófriðinum.
Eftir uppskotinum skuldu myndugleikarnir flyta eina hálva millión. Katolikkar í hópatali skuldu flytast longur suður, og síðani skuldi markið millum Norðurírland og Írland flytast, so teir norðurírsku katolikkarnir komu at búgva í Írlandi.
Tey loyniligu skjølini eru dagfest tann 23. juli í 1972, og har sæst, at Edward Heath umrøddi uppskotið saman við fimm av sínum fremstu ráðharrum í stjórnini. Uppskotið varð kortini av ongum, tí stjórnin var bangin fyri, at altjóða samfelagið fór at fordøma tað, varð tað sett í verk.
Tey loyniligu skjølini avdúka eisini, at stjórnin hjá Edward Heath hevði loyniligt samband við tann tá 23 ára gamla Sinn Fein-leiðaran Gerry Adams. Eftir skjølunum at døma var bretska stjórnin av teirri upp fatan, at Gerry Adams var sinnaður til at virka fyri friði í Norðurírlandi.
Í skjølunum sæst eisini, at Heath bað fleiri lond í bretska samveldinum hjálpa sær, tá Idi Amin gjørdi av at koyra 57.000 ugandiskar asiatar úr Uganda og at senda teir til Bretlands. Stjórnin hjá Heath bað fleiri lond taka ímóti teimum, men bert Kanada og Malawi svaraðu játtandi. Samstundis umhugsaði stjórnin at senda fólkini til Gibrelar og Falklandsoyggjarnar, stendur í skjølunum.