Heðin Zachariasen 50 ár

Sunnudagin 13. september fyllir Heðin 50 ár.

Heðin hevur fingið nógv á skafti hesa tíðina, hann hevur livað. Hann hevur ikki ligið á latu síðuni, tað kunnu vit róliga siga.


Heðin kom upp í politikk sum 32 ára gamal, tá hann bleiv valdur inn í kommununa. Fyrsta skeiðið sum varaborgarstjóri, síðan bleiv hann borgarstjóri til 2005, tá kommunurnar løgdu saman við Sunda kommunu. Heðin bleiv fyrst valdi borgarstjóri í Sunda kommunu. Tað starvið røkti hann til seinasta val, tá hann valdi ikki at stilla uppaftur.


Umframt at hava verið virkin í kommunal- og landspolitikki seinastu árini, hevur Heðin eisini nakrar fyritøkur, sum hann nú hevur betur tíð til at røkja.


Við ynskjum um blíðan byr framyvir.


Heðin, hjartaliga tillukku.


E