Sunda kommuna: Eftir kommunuvalini í heyst varð Heðin Zahcariassen valdur til borgarstjóra tey komandi fýra árini í teirri víðkaðu Sunda kommunu.
Á fundi í bygdaráðnum í farnu viku varð samtykt, at hann bæði kann vera borgarstjóri fulla tíð og røkja starv sítt á tingi sum umboð hjá Fólkaflokkinum.
Í frásøgn frá bygdaráðsfundinum verður víst til kommunustýrislógina, har øll viðurskifti í samband við val av borgarstjórum eru greidliga lýst. Sambært hesum skal kommunustýrið vátta, at borgarstjórin eisini kann vera tingmaður.
Á fundinum í farnu viku samtykti so bygdaráðið at borgarstjórin kann vera tingmaður, samstundis sum hann er borgarstjóri við setanarbrøki 1/1.
Hetta málið varð samtykt við 8 atkvøðum. Sjálvur var Heðin ikki til staðar, meðan viðgerðin fór fram.










