Heðin og havnarfólk fegnast

Tá Smyril leygardagin kom á Havnina, hugtók hann fólkini, sum tóku ímóti. Stásiliga skipið bergtók sanniliga tey, sum vitjaðu umborð

Nýggi Smyril kom á Havnina leygarmorgunin  eins og tá hann kom á Krambatanga á Tvøroyri, og suðuroyingar sluppu at vitja umborð, so hugtók stásiliga skipið í dag tey, sum komin vóru á bryggjuna í Havn og eisini sluppu at vitja umborð.
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fegnaðist eisini, og í røðu síni ynksti hann skipinum vælkomnum og Strandferðsluni tillukku við skipinum.
 Somuleiðis ynskja vit í kommununi skipara og manning at vera hjartaliga vælkomin at bryggju í Havn. Eg má siga, at tað var ein ótrúliga vøkur og hugtakandi sjón at síggja Smyril koma inn um Glyvursnes og fram við Argjalandinum á síni jomfrúferð norður um Suðuroyarfjørð. Vit norðanfjørðs hava bíðað í so leingi eftir at síggja n!ggja flaggskip okkara í samferðsluflotanum. Vit hava hoyrt nógv føgur orð um skipið, men tess størri er gleðin, nú dagurin loksins er komin, segði Heðin Mortensen m.a. í røðu síni.
 Heimstaðurin hjá Smyrli er á Tvøroyri, men vit í Havn gleðast eisini um skipið og vilja fagna tí. Og tað er ikki so løgið, tí teir undanfarnu Smyrlarnir hava sanniliga verið partur av gerandisdegi okkara í Havn. Hin »gamli«, sum nú verður tikin úr rutu, hevur sett sín dám á b!armyndina og virksemið her á havnarlagnum í eina fjórðingsøld. Hann hevur trúliga stevnt inn og út um Molan í øllum veðri hvønn dag í vikuni øll hesi árini, segði Heðin Mortensen.
 Fram til fyrru helvt av 1970-árunum var bryggjan her við Eystaruvág miðdepilin í siglingini innanoyggja. Mangan var trongligt, tí tá komu at kalla øll til Havnar sjóvegis. Her komu og fóru ferðafólkini. Her lossaðu og lastaðu manningarnar post, mjólk, olju og annað farm. Her kom Vesturleið úr Miðvági, Pride úr Klaksvík og Smyril sunnaneftir. Ritan røkti siglingina í Sandoynna, út í Hest og Koltur og til Nólsoyar. Tróndur, Sigmundur og aðrir bátar hjá Mjólkafors!ningini sigldu inn á Skálafjørðin og norð í Sundalagið, umframt at mjólkarbátarnir eisini røktu regluliga flutningin til Kollafjarðar, Kaldbaks og bygdirnar har um leiðir. Umframt at aðrir bátar fluttu fólk og farm um firðir og sund, segði Heðin Mortensen m.a.
 Persónliga fegnist eg saman við mínum vinum, kenningum og ættarfólki í suðri, nú ein n!ggjur Smyril kemur at røkja siglingina. Nú hava vit eitt skip, sum er bygt til at sigla hesa mangan drabbutu farleið, ið vit øll mangan hava upplivað, tá ið ferðast hevur verið suður.
 Suðuroyingar hava tikið skipið til sín, og eg ivist onga løtu í, at soleiðis verður tað eisini hjá okkum norðanfjørðs, segði Heðin Mortensen m. a. í røðu síni við móttøkuna av Smyrli, og borgarstjórin i Havn yngsti síðani n!ggja Smyrli vælkmonum til Havnar og ynksti reiðarínum, manning og starvsfólki Guðs signing og blíðan byr.