Heðin Mortensen vil parkera sum løgmaður

Á býráðsfundinum í ann­aðkvøld skal Tórs­havnar Býráð taka støðu til, um Heðin Mort­ensen, borg­ar­stjóri, skal fáa ser­rætt­indi at parkera á Vagl­i­num. Hann ynskir at sleppa undan tíð­ar­av­mark­ing­ini, so hann slep­p­ur frá at seta bi­l­in í garasjuna niðri Tórs­gøtu

Sum grundgeving fyri ynsk­i­num um serloyvi at parkera sigur Heðin Mortensen, at hann má sleppa at seta bil­in á parkeringsplássið á Vagl­i­num, tá bráðneyðugir fundir o. a. stinga seg upp, har tíð ikki er at seta bilin í garasjuna. Garasjan, sum hýs­ir borgarstjórabilinum, er í Tórsgøtu millum Reins­a­rí­ið og Miðlahúsið. Borg­ar­stjórin vísir til avtaluna, sum býráðið hevur við lands­stýrið um parkering hjá landsstýrismonnum og løg­manni í Tinganesi. Teir hava fingið eitt frámerki frá fút­a­num at leggja í bilin, soleiðis at hesir kunnu standa í nærri á­vísum básum í óavmarkaða tíð.
Íbúgvar í gomlu Havnini søktu fyri nøkrum árum síð­ani um at fáa eina serskipan við­víkjandi parkering, har eis­ini varð víst til avtaluna við landsstýrið – sum gevur lands­stýrismonnum og løg­manni loyvi at parkera í teirra grannalag.
Men tá var svarið frá bý­ráð­num, at eingin skal hava serrættindi at parkera í Havnini.
Umsøkjararnir fingu eis­ini skrivligt svar frá Tórs­havn­ar Kommunu um, at av­tal­an við landsstýrið varð upp­søgd.
Men nú er í øllum førum vent í holuni. Lands­stýr­is­menn og løgmaður hava fram­vegis serrættindi fram um íbúgvarnar at parkera á á­vís­um básum í Tinganesi – og júst hesa grundgeving hava tekniski stjórin hjá Tórs­h­avnar Kommunu, Ják­up Egholm Hansen, og bý­ar­verk­frøð­ing­urin, Boði Har­alds­son, fyri at ganga ynski borg­ar­stjór­ans á møti.