Heðin Mortensen sigur at tað er ikki vert at stevna

Tað er ikki vert at brúka tíð upp á at føra Eivind Jacobsen fyri rættin, sigur sakførarin hjá borgarstjóranum í Havn

Tað er nú greitt, at Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, fer kortini ikki at stevna Eivindi Jacobsen á Strondum fyri eina grein hann skrivaði beint fyri kommunuvalið tann 10. november.

Í eini grein á Vágaportalinum legði hann Heðin Mortensen undir at hava gjørt sær dælt av at selja nøkur grundstykki fyri at tjena pengar.

Síðani skrivar Jógvan Páll Lassen í brævinum til Eivind Jacobsen, at um hann skilti hann rætt, legði hann Heðin Mortensen undir at hava fingið vinning burtur úr einari partabrævasølu.

Tað fall Heðini Mortensen so illa fyri bróstið, at hann sendi Jógvan Páll Lassen, sakførara, eftir Eivindi Jacobsen.

Í brævi til Eivind Jacobsen skrivar sakførarin, at Heðin Mortensen er lagdur undir at spekulera í grundøkjum og at umganga lógina, bæði juridiskt og moralskt.

– Hetta er beinleiðis ósatt, og tí er tað útspilling og eg skal tí siga frá, at um tú ikki alment tekur skuldsetingarnar aftur beinanvegin og biður um umbering fyri skriving tína, verði eg noyddur at leggja málið fyri rættin við kravi um revsing og endurgjald, skrivar Jógvan Páll Lassen til Eivind Jaobsen.

Men tíðin gekk og einki frættist frá Eivindi Jacobsen og í samrøðu við info tann 13. januar, gjørdi hann greitt, at hann ætlaði sær slett ikki at svara, men at hann bíðaði eftir at verða stevndur.

LES MEIRI HER: Eg bíði eftir at verða stevndur

Men í morgun sigur Jógvan Páll Lassen, at hann hevur viðgjørt støðuna saman við Heðini Mortensen, og niðurstøðan er, at málið verður slept og at Heðin ikki fer at stevna kortini. Hann sigur, at teir eru samdir um, at tað er ikki vert at brúka tíð upp á eina stevning um hetta her.

Men teir staðfesta samstundis, at Eivind Jacobsen hevur ikki svarað aftur og tað taka teir sum prógv fyri, at upprunaliga hevði hann einki at hava skuldsetingarnar í.