Heðin Mortensen, borgarstjóri, eigur sum fyrstvaldi býráðslimur í nýggja býráðnum avgerðina einsamallur um, nær býráðið skal kallast saman.
– Vit fara nú í jólafrí, og tað hendir einki í hesum máli fyri jól, sigur Heðin Mortensen.
Tí er væntandi, at nýggja býráðið ikki verður skipað fyrr enn 29. ella 30. desember.
Heðin Mortensen staðfestir, at hansara tíð sum borgarstjóri er farin. Men hann er ikki fegin um mátan, sum Fólkaflokkurin hevur brúkt í sambandi við samráðingarnar um at skipa nýggja býráðsleiðslu. Tí hevur hann sagt við Framsókn og Tjóðveldi, at ynskja tey tey tað, so fáa tey borgarstjóran í nýggja býráðnum.
Heðin Mortensen sigur, at hann hevur sett seg í samband við Gunvør Balle um at fáa fund í lag um hetta beinanvegin, og at hann nú bíðar eftir svari. Hann hevur eisini sagt við formenninar í teimum báðum flokkunum, Høgna Hoydal og Poul Michelsen, at vilja Tjóðveldi ella Framsókn fáa borgarstjórasessin, fáa tey hann.
– Hetta spælið hjá Fólkaflokkinum, sum gekk fyri seg í valstríðnum við hasum blaðnum við ongum avsendara, sum nærmastu stuðlar hjá Anniku Olsen góvu út, og spælið hjá Fólkaflokkinum í samráðingunum hoyrir ongastaðni heima, sigur Heðin Mortensen.
– Men hetta er nú farið, og vit líta frameftir. So kunnu Tjóðveldi og Framsókn gera upp við seg sjálvan, um tað er hetta, tey vilja. Tí stuðla tey Fólkaflokkin, og velja Anniku Olsen til borgarstjóra, vendst ikki aftur. Men vilja tey broytingar, og vilja tey sjálvi sleppa framat, hava tey møguleikan saman við okkum, sigur Heðin Mortensen, sum hevur tvær vikur eftir sum borgarstjóri í Tórshavnar kommunu.
Les eisini: Hetta er ógvuliga keðiligt
Vit hava roynt í fleiri dagar at fáa orðið á Gunvør Balle og Anniku Olsen, men tey taka ikki telefonina. Men um eina løtu hava vit eina viðmerking frá Marin Katrinu Frýdal, sum heldur, at støðan er ógvuliga keðilig